Brúðarvísuskeið á Háskúlanum

Leygardagin 2. juni 2012 verður brúðarvísuskeið á Háskúlanum. Tiltakið er alment. Øll við áhuga fyri brúðarvísum kunnu møta. Ætlanin við skeiðnum er at tosa um og viðgera evnið og hugtakið brúðarvísur og brúðardansur og at geva teimum, ið arbeiða við brúðarvísum, íblástur og møguleika fyri at samskifta um vísur/yrkingar. Tað er ikki neyðugt at vera yrkjari ella at hava nýyrkta vísu við, men er tað so, at onkur hevur eina vísu, er viðkomandi vælkomin at senda hana til Sláið Ring ella hava hana við sær á skeiðið, og verður tá høvi at tosa um vísuna saman við teimum, ið koma at hava innleggini. Annar møguleiki er eisini, at hinir luttakararnir kunnu verða til steðar undir umrøðuni. Hetta kemur at geva degnum nógv meiri ítøkiligt innihald. Tey, ið koma við innleggum og vera við til umrøður eru: Bergljót av Skarði, kvæðakønur studentaskúlalærari Carl Johan Jensen, rithøvundur Hanus Kamban, kvæðakønur rithøvundur Theodor Olsen, prestur Rasmus Joensen greiðir frá, hví hann metir, at neyðugt er við alternativum brúðarvísum. Jónleif Johannesen, ið sjálvur hevur yrkt kvæði, greiðir stutt frá sínum tankum um kvæðayrking, Endamálið við skeiðsdegnum er at fáa viðgjørt brúðarvísuyrkingar til brúdleyp í 2012 og at fáa yrkjarar at yrkja alternativar brúðarvísur. Yrkingar kunnu sendast inn til Sláið Ring innan 1. juli 2012. Vónandi koma fleiri inn, tí ætlanin er at geva eitt hefti út seinni í heyst við nøkrum av innkomnu vísunum. .

Postadressa og avgreiðsla

Vága Dansifelag
avgreiðsla:
Edvard í Skorðini Joensen, form
Úti á bø 15
360  Sandavágur
tel.      33 38 43
fart.     59 45 56
teldupostur   vagadansifelag@ymail.com
www.vagadansifelag.dk