Kvæði og vísur

Brynhildar táttur

1.

Eg havi eina rímu hoyrt,

gjørd er í grønari líð,

tað var fyrst í fyrndini,

tað brast í Buðlans tíð.

2.

Í fornum døgum kongur ráddi,

Buðla skulum vær nevna,

átti sær so væna dóttur,

borin til gott at evna.

3.

Kongur ræður fyri langari

bjarti Buðlin kallast,

tívin telur málm og ring

við sínar hirðir allar.

4.

Nevnd var onkardóttir hans

gjøgnum grøna líð,

kallast Brynhild Buðla dóttir,

tað hitt væna vív.

5.

Nevnd var onkardóttir hans,

gjøgnum grøna lund,

kallast Brynhild Buðla lund,

tað ynniliga sprund.

6.

Brynhild situr á Hildarfjalli

hon er dóttir Buðla,

teir søgdu so frá í bragdar tátti,

ljós fann ei av henni skugga.

7.

Brynhild situr á Hildafjalli,

mitt í faðirs síns veldi,

ljómin skein av akslagrein,

tað var sum at líta at eldi.

8.

Brynhild situr í stólinum,

kembir hon sítt hár,

fínt er tað sum silki,

gull ber litur á.

9.

Brynhild situr í salinum,

sum ríkir ganga inn,

ongan tykir Buðla dóttir

vera javnlíka sín.

10.

Hana bóðu mangir menn,

konga synir og jalla,

Brynhild var so biðlavond,

hon segði teir burtur allar.

11.

Tað var reystur kongurin,

sveipar hann seg í skinn,

so gongur hann í høgaloft

fyri dóttur sína inn.

12.

"Hoyr tað, Brynhild, dóttir mín,

tú elvir mær miklan vanda,

at tú noktast hvørjum manni,

ið tær býðst til handa.

13.

Hvør leingi vilt tú, dóttir mín,

eyka mær ta sorg,

at tú noktar hvønn at eiga,

higar kemur í borg?"

14.

"Tegið, tegið, faðir mín,

tær talið ikki svá;

ei er komin hin veldigi harri,

ið mær er sámi at fá.

15.

Ikki er komin hin veldigi harri,

ið mær er sámi at fá,

eystan fyri londini,

har stendur mín hugur á.

16.

Sjúrður eitur sami maður,

Sigmundar svein.

Tað var hin unga Hjørdis,

hon bar hann í heim."17.

"Undarliga hevur tú

tær ástir við tær lagt,

at tú unnar mannin tann,

ið tú ikki hevur sætt."

18.

"Tað hava mær nornur skapt,

liggur í brósti trá,

níggju vetur unti eg Sjúrð,

eg ei við eygum hann sá."

19.

Til tess svaraði kongurin,

hann drekkur mjøðin reina,

"Hvat er hann Sjúrður frægari

enn aðrir kongsins sveinar?

20.

Hoyr tað, mín sæla dóttir,

tað sigi eg tær enn:

Hvat er hann Sjúrður frægari

enn aðrir kongsins menn?"

21.

"Tað er hann Sjúrður frægari

enn aðrir kongsins garpar,

saðil hans og brynja

glógva sum gullið bjarta.

22.

Hoyrt havi eg frá tí sagt

snildi hans og bragdi,

tá ið hann tann frænarorm

við svørðinum niður lagdi.

23.

Hoyrt havi eg og frá tí sagt,

ikki var eg hjá,

tá hann vá tann frænarorm,

á Glitraheiði lá.

24.

Tá ið hann vá tann frænarorm,

á Glitraheiði lá,

mikið mundi Sjúrði

gullið ognast tá.

25.

Sjúrður vá tann frænarorm,

tí er hann so ríkur,

eingin maður á Húnalondum

honum kann vera líkur."

26.

"Hoyr tað, mín sæla dóttir,

legg nú til tess ráð,

hvussu vit skulum tann mikla mann

av sínum landi fá."

27.

"Tú skalt lata mær salin

í oyðum mørkum gera,

við so lítlari tænastu

skal eg harinni vera.

28.

Tú skalt seta mær gullstólin

í oyðimørk at stá,

sum teir kunnu dvørgar tveir

best við rúnum slá.

29.

Sum teir kunnu dvørgar tveir

best við rúnum slá,

bæði við royk og váðaloga,

sum salinum brennur á.

30.

Hesin sami váðalogi,

hann man meg so verja,

eingin uttan Sjúrður frægi

har torir á at herja."

31.

Hann læt henni salin tann

í oyðumørkum gera,

við so lítlari tænastu

hon skuldi harí vera.

32.

Hann læt henni salin tann

í oyðum mørkum slá

bæði við royk og reyðum loga,

sum salinum brennur á.33.

Og so miklan váðaloga

læt hann harum vera,

sum teir kundu dvørgar tveir

best við rúnum skera.

34.

Og so miklan váðaloga

læt hann harum slá,

ikki máttu dvørgarnir

við svikunum ná.

35.

Árla var um morgunin,

sólin roðar í fjøll,

tað ríður so mangur edilingur

í Buðla kongsins høll.

36.

Árla var um morgunin,

sólin bráar í brún,

ríða so frægir edilingar

í Buðla kongsins tún.

37.

Ríða so frægir edilingar

í Buðla kongsins tún,

Brynhild situr í stólinum,

hon ber gull á brún.

38.

Buðli kongur í salin gongur

biður frúgv við svari:

"Komin er hann Gunnar kongur

niðan úr Gjúka garði.

39.

Hoyr tú Brynhild, dóttir mín,

gera skalt tú tað,

komin er hann Gunnar kongur,

honum sigur tú ja."

40.

Buðli kongur á gólvi stendur,

styðjar seg við borð,

Brynhild unga, dóttir hans,

hon talar ikki eitt orð.

41.

Brynhild seg úr stóli lyfti,

glógvar í gulli reyð,

skundaði sær av Buðlans borg,

hon gongur á Hildarheyg.

42.

Grímur og Høgni Gjúkason,

teir møttust á grønum vølli,

moyjar hvukku í Hildarsali,

tá skelvur høga Buðlans høll.

43.

Grímur og Høgni Gjúkason,

teir slóust við bitrum brandi,

Brynhild situr í váðaloga,

mitt í faðirs síns landi.

44.

Settist aftur í gyltan stól,

hon smíltist undir lín:

hvør, ið heldur á váðalogan,

hann skal vera min.

45.

Brynhild situr í gyltum stóli,

tað hitt væna vív,

dregur hon Sjúrð av øðrum londum

sær til sorgar tíð.

46.

Sjúrður klæðist árla morgun

hann ber lov og prís,

hann gekk í sín urtagarð,

og mangt var hann har vís.

47.

Tað søgdu honum ígðurnar,

uppi sitja í lund:

"Væn er Brynhild Buðladóttir,

hon stundar á tín fund."

48.

Tað søgdu honum villini fuglar,

uppi sótu í eik:

"Væn er Brynhild Buðladóttir,

hon væntar á tín leik."49.

So frætti tað Sjúrður

eystur í sítt land:

Brynhild situr á Hildarfjalli,

hon er biðlavond.

50.

Árla var um morgunin,

sólin skein so víða,

hann talar til Víggrím Gunnarsson,

tú saðla mær hestin fríða.

51.

Út var loystur gangarin,

ið Sjúrður skuldi á ríða,

hann var prýddur við skarlak

niður á miðal síðu.

52.

Út var leiddur gangarin,

undir hallarvegg,

hann var prýddur við skarlak

niður á hóvaskegg.

53.

Gullbúnar handskarnar

dregur hann sær á hand,

So reið Sjúrður Sigmundarson

beina gøtu fram.

54.

So reið Sjúrður Sigmundarson

víðan vegin fram,

gyltir leika ringarnir,

hans góði gangari rann.

55.

Tólv gullringar

hevði hann haríhjá,

drotningaringin reyða

setti hann omaná.

56.

Tólv gullringar

dregur hann sær á hand,

síðan kvittar nýtur drongur

á Buðla kongsins land.

57.

So gongur hann Grani

á gróti sum á vøll,

slík7ur kemur ikki aftur

á Buðla kongsins høll.

58.

So gongur hann Grani

á gróti sum á sand,

eingin kemur tílíkur

á Buðla kongsins land.

59.

Hann reið sær so niðarlaga

við Gjúkagørðum fram,

úti stendur hon Grimhild

við so mangan mann.

60.

Úti stóð hon Grimhild

við so mangan mann,

við báðum sínum hondunum

hon í hans teymar rann.

61.

Við báðum sínum hondunum

hon í hans teymar rann,

tí hon sá ikki á hestbaki

ein tignarligari mann.

62.

Tí svaraði Sjúrður Sigmundarson,

kinnar ber hann so baldar:

"Eg visti ta onga kvinnu vera,

mín gangara tordi at halda."

63.

"Sjúrður steðga tíni ferð,

og tala nú við meg,

eg eigi mær so væna dóttur,

ið ást vil leggja við teg."

64.

"Eg steðgi ikki mínari ferð,

alt meðan mín gangari rennur,

eg fari mær á heygin fram,

sum váðalogin brennur.65.

Eg steðgi ikki mínari ferð,

mín gangari rennur í lund,

eg fari mær á heygin fram

at skoða tað væna sprund."

66.

Tað er enn sum ofta fyrr,

biðlar fara at fríggja,

eingin torir longur fram,

enn váðalogan at síggja.

67.

Merkismaður orðum talar,

tungan mælir at inna:

"Hvør ið heldur á váðalogan,

hann skal tað vivið vinna."

68.

Grímur ríður á grønum vølli,

kinn ber hann so balda,

hann vendi sínum hesti frá,

tá ið hann skuldi í bálið halda.

69.

Sjúrður frægi til orða tekur,

frá man frættast víða:

"Eg beri tað merki í mín skjøld,

eg skal nú harí ríða."

70.

Eingin reið á Brynhildar heyg

uttan Sjúrður snari,

gekk um royk og váðaloga

hann og hestur hans Grani.

71.

So stígur hann Grani

á foldina fast,

innarlaga við heygsdyr

tá hóvsporið brast.

72.

So stígur hann Grani

drýstuliga fram,

heitur var tá eldurin,

ið Sjúrði um lendar brann.

73.

Sjúrður kvittar á Brynhildar heyg,

sum eingin tordi fyrr

við sínum svørðinum

kleyv hann heygsdyr.

74.

Og við sínum svørðinum

kleyv hann lokur frá,

sá hann, hvar tað væna vív

í herkæðum lá.

75.

Sjúrður frægi í salin gongur,

víða um seg hyggur,

sær hann, hvar tað væna vív

eina í seingini liggur.

76.

Hann sá, hvar hitt væna vív

í herklæðum svav,

hevði hann upp sín bitra brand,

hann sprettir brynju av.

77.

Vaknar upp Brynhild Buðladóttir,

hon hyggin um seg leit:

"Hvør átti henda bitra brand,

ið brynju av mær beit?"

78.

Upp vaknar hon Brynhild,

víða um seg sær:

"Hvør er sá hin djarvi drongur,

ið sprettir brynju av mær?"

79.

"Sjúrð skalt tú nevna meg

Sigmundar svein,

tað var drotning Hjørdis,

hon bar meg í heim.

80.

Riðin eg eri av øðrum londum

higar nú til tín,

Sjúrður eiti eg, Sigmundarson,

veldiga søga mín."81.

Brynhild setist upp undir seg,

smílist undir lín:

"Ver vælkomin av øðrum londum

higar nú til mín.

82.

Hoyr tað, Sjúrður Sigmundarson,

hvør vísti tær leið

gjøgnum royk og váðaloga,

tá tú higar reið?"

83.

"Tað søgdu mær fuglar tveir

gjøgnum grøna lund:

væn er Brynhild Buðladóttir,

hon stundar á tín fund.

84.

Tað søgdu mær fuglar tveir

har á mínari leið:

væn er Brynhild Buðladóttir,

tí eg higar reið."

85.

"Hoyr tað, Sjúrður Sigmundarson,

ver nú ei so bráður,

gakk tær fyrst í faðirs míns garð

og tak av honum ráð."

86.

Svaraði Sjúrður Sigmundarson,

bæði var vænur og vitur:

"Tú hevur so lítil góðráðini

av faðir tínum tikið.

87.

Tú hevur so leingi, Brynhild,

stundað á mítt mál,

eg fari ikki til faðir tín

at taka av honum ráð."

88.

Hann legði sínar ástir saman

við tað mentar sprund,

tá var Ásla Sjúrðardóttir

gitin á teirri stund.

89.

Blíður legði hann armarnar

yvir Brynhildar háls,

eg svørji tann eið á míni trú,

har býr ikki undir fals.

90.

Tólv gullringar

legði hann henni í fang:

Hetta skal vera tað fyrsta

várt elskógar band.

91.

Tólv gullringar

legði hann henni á fang,

síðan legði hann omaná

tann dýra drotningarring.

92.

Tólv gullringar

setti hann henni á arm:

Hetta skal vera tað annað

várt elskógar band.

93.

Tað var Sjúrður Sigmundarson,

skortar hann ei fíggjar,

bindur hann í Brynhildar flættu

gullringarnar tríggjar.

94.

Tað var Sjúrður Sigmundarson,

skortar hann ikki eyð,

hann var sær í moyjarsali

mánaðir sjey.

95.

"Brynhild tak mær saðil og boksl,

ring og brynju síða,

eg havi lítil ørindi

burt annað stað at ríða."

96.

Sit tú heldur her við frið

og leika við mær í talvi,

Gjúki kongur dóttur eigur,

sterk við trølskum alvi.97.

Tú mant vera av aldri ungur,

lívið man teg tróta,

tú mant ognast Guðruna,

mín mant tú ikki njóta."

98.

"Tað tykir mær undarligt,

slíkt skal meg ikki henda,

eg man ikki mínar ástir

frá tær, Brynhild, venda."

99.

Svaraði Brynhild Buðladóttir,

tekur um hjarta at køla:

"Gjúki kongur dóttur eigur,

við ástum man teg tøla.

100.

Hoyr tú tað nú, Sjúrður,

eg gevi tær fingurgull,

ríð tú ikki til Grimhild,

tí hon er av svikum full."

101.

Hon fylgdi honum so langt á leið,

bað honum góðan dag:

"Far væl heilur og happadrjúgvur,

alt gangi tær væl."

102.

Tað var Brynhild Buðladóttir,

bað honum góðan frið:

"Far væl heilur og happadrjúgvur,

alt gangi tær við.

103.

Bæði heil og happadrjúgv

skiljast vit á sinni,

Sjúrður goym væl hesi orð,

og legg tey væl í minni."

104.

Til tess svaraði Sjúrður,

hin gævuligi drongur:

"Aldri tú, mín veldiga søta,

mær úr huga gongur."

105.

Tað var Sjúrður Sigmundarson,

helt seg í saðilboga,

hann kysti frúnna Brynhild

fast av heilum huga.

106.

Tað var Sjúrður Sigmundarson,

kom har ríðandi í garð,

úti sjálvur Buðli kongur

fyri honum var.

107.

"Ver vælkomin, Sjúrður,

higar nú til mín,

drekk nú, hvat tær betur líkar

mjøðin ella vín."

108.

"Lítið er mær um mjøðin tín,

alvæl minni um vín,

gev mær ungu Brynhild,

onkadóttur tína."

109.

"Ver vælkomin, Sjúrður,

tú tarvt ei boðini senda,

fullvæl eg tíni forløg veit,

hvør tað skal ganga til enda.

110.

Tú mant vera av aldri ungur,

lívið man teg tróta,

tú mant ognast Guðruna

og Brynhild ikki njóta.

111.

Hevur tú Brynhild lovað trú,

væl mant tú vilja halda,

Guðrun blandar valmanna drykk,

tað man sútir valda."

112.

"Undarlig eru tey orðini,

tað man meg ei henda,

eg man ikki mínar ástir

frá tíni Brynhild venda."113.

Tí svaraði Buðli kongur,

tekur um hjarta at køla:

"Gjúki kongur dóttur eigur,

við ástum man teg tøla."

114.

"Tað tykir mær undarligt,

og ei man tað meg ná,

eg man aldri mínar ástir

frá tíni Brynhild slá."

115.

"Hoyr tað, Sjúrður Sigmundarson,

ger tær ei ta skomm,

tíð tær ikki so niðarlaga

hjá Gjúkagørðum fram.

116.

Ríð tú ikki so niðarlaga

við Gjúkagarðar fram,

úti stendur hon Grimhild

við so mangan mann.

117.

Úti stendur hon Grimhild

við so mangan mann,

gjarna vil hon forvitnast,

hvørt tú ríður fram.

118.

Gjarna vil hon forvitnast,

hvørt tú ríður fram,

tí hon sær ikki á hestbaki

ein tignarligari mann."

119.

Hann fylgdi honum so langt á leið,

bað honum góðan dag:

"Far væl heilur og happadrjúgvur,

alt gangi tær væl."

120.

Sjúrður reið á skógin burt,

alt fyri uttan váða,

hann sá tað hitt illa djór

berjast við bógvar báðar.

121.

Hann sá tá hitt illa djór

berjast við bógvar báðar,

eldin goysti, eitur spýði,

tá stóð lív í váða.

122.

Sjúrður situr á Grana baki,

hann tykist ei leið at finna,

Grani bæði beit og sló,

hann leitst til ymsa kinna.

123.

Hestin vilti hon undir honum,

hann skuldi ei finna leið,

síðan mátti Sjúrður venda

til Gjúkagarðar heim.

124.

Burtur hvarv hitt illa djór,

burt úr Sjúrðar eygum,

sá hann, hvar ið Grimhild

løgd við bondum beygum.

125.

Hann reið sær so niðarlaga

við Gjúkagørðum fram,

úti stendur hon Grimhild

við so mangan mann.

126.

Úti stóð hon Grimhild

við so mangan mann,

báðum sínum hondunum

hon í hans teymar rann.

127.

"Sjúrður steðga tíni ferð

og tala nú við meg,

eg eigi mær so væna dóttur,

ið ást vil leggja við teg.

128.

Væn er Guðrun dóttir mín,

hvar hon gongur inn,

rósur og so liljur,

tær lýsa av hennara kinn."129.

"Væn er Guðrun, dóttir tín,

tað er tær væl betri,

hon er ikki meira Brynhild lík,

enn summar líkist vetri."

130.

"Gakk tú nú í høllina inn,

fátt verði tær á vási,

tú drekk so títt av dýrari krús,

tín gangari stendur í lási."

131.

Út kom frúgvin Guðrun

í einum stakki bláum,

flættað hár á herðar lá

við silkibondum smáum.

132.

Tað var Grimhild Gjúka drotning,

hon talar til dóttur sína:

"Gakk tú tær í kjallara,

og blanda mjøð og vín."

133.

"Gakk tú tær í kjallaran,

og blanda mjøð og vín,

og so mikið óminni

lat tú har útí."

134.

Tí svaraði Guðrun Gjúkadóttir,

tungu bar so snjalla:

"Hava tað, ið annar eigur,

tað man lukkast valla."

135.

Nógvir eru í várum londum

konga synir og jalla,

girnast tann, ið onnur eigur,

tað man lukkast valla."

136.

Hon hevði upp sína høgru hond,

gav Guðrunu høgg á tenn,

blóðið dreiv í barmin niður,

sóu tað mangir menn.

137.

"Tig tú Guðrun, dóttir mín,

mangt man smæin lissa,

betri var tó sjálv at biðja,

enn góðan mann at missa."

138.

Guðrun gekk í kjallaran,

blandaði mjøð og vín,

og so mikið óminni

læt hon har útí.

139.

Alt so mikið óminni

læt hon har útí,

bar so inn fyri Sjúrð hin unga,

bað hann drekka til sín.

140.

Drekka fór so dýran dramm,

drakk av horninum leingi,

Sjúrður misti minni alt,

og bøta kann hann eingin.

141.

Drekka fór so dýran dramm,

drakk av horninum bjarta,

Sjúrður misti minni alt

og brúður úr buðlungs hjarta.

142.

Tá ið hann hevði drukkið,

greiddi hann aftur ker,

hann mintist ei á frú Brynhild

og ikki, hvar hann er.

143.

Guðrun drakk tá afturímót

til tann dreingin mæta,

Sjúrði kom einki annað í hug

enn Guðruna vil hann hava.

144.

Tað er vánda frú Grimhild,

hon talar til dóttur sína:

"Gakk tú tær í skemmu inn

og reið fyri gesti tínum."145.

Sjúrður gekk í skemmu upp,

til Guðrunar vegin finnur.

Frætti tað Brynhild á Hildarheyg,

nú rann henni ilt í sinni.

146.

Brynhild gekk av Hildarheyg,

tað hitt væna vív.

Kappin gisti Guðruna,

men Sjúrður misti lív.

147.

Brynhild fyri munni mælir,

tár á kinni man fljóta:

"Ikki skal Guðrun Gjúkadóttir

tann avrekskappa njóta."

148.

Brynhild fyri munni mælir,

sorgartíð skal eg kalla:

"At hava tann, ið onnur ár,

tað skal lukkast valla."

149.

Guðrun klæðist fyri síni song

morgun ein so snimma,

henni kom einki annað í hug,

enn Brynhild vil hon finna.

150.

Árla var um morgunin,

tað roðar fyri sól,

fóru sær út á vatn at tváa,

føgur vóru fljóð.

151.

Árla var um morgunin,

sólin roðar í líð,

fóru sær út á vatn at tváa,

føgur vóru vív.

152.

Møttust tær á miðjari leið

Brynhild og Guðrun Gjúka,

onnur teirra gleði bar,

og onnur harmin sjúka.

153.

Møttust tær á miðjari leið

Brynhild og Guðrun unga,

onnur teirra gleði bar,

og onnur harmin tunga.

154.

Brynhild tagdi, Guðrun sagdi,

hvør er snótin stríð:

"Hví man mín bróðir, Gunnar kongur,

ei ognast so vænt eitt vív?"

155.

Tað var Gurðun Gjúkadóttir,

gjørdi so mangt av fári,

ei hon vildi nýta tað vatn,

sum rann av Brynhildar hári.

156.

Hon gekk sær á ánna út,

sum fossurin rann stríður,

tí hon átti tann Sjúrð svein,

sum ein yvir allar ríður.

157.

Guðrun leyp á ánna út,

sum fossurin rann harður,

tí hon átti Sjúrð svein,

sum høvur yvir allar bar.

158.

"Henda sama reyða ring,

tú sært á armi mínum,

gav mær Sjúrður Sigmundarson,

tað vann eg í stríði tínum."

159.

Tí svaraði Brynhild Buðladóttir

av so tungum stríði:

"Fyri títt orð skal Sjúrður doyggja,

um eg verði á lívi.

160.

Tað at tú neytst tann mikla kappa,

tað var ei mítt ráð,

eg hevði ást við Sjúrða lagt,

áður enn tú hann sá."161.

"Sjúrður hevur tín moydóm spilt

og brotið Buðlans frama,

ríkum kongi tú gavst teg í vold,

og nú havi eg tann sama."

162.

"Tú tarvt ikki falssnóta

brigda mær tað svá,

fyri títt orð skal Sjúrður doyggja,

um eg liva má."

163.

"Ikki óttist eg hóttur tínar,

tó tú ert í orðum stív,

sá er eingin í Gúkagørðum,

ið ræður um Sjúrðar lív."

164.

Syrgjandi gekk frú Brynhild

í sín sal at sitja.

Gunnar kongur frægur og fúsur

hennar reið at vitja.

165.

Brynhild gekk til seingina

av teirri somu grund,

nú tolir hon fyri Sjúrði

so vonda eina stund.

166.

Frætti tað Sjúrður Sigmundarson

á teirri somu stund,

sjálvur fór hann at vitja

hit ynniliga sprund.

167.

"Tað er eingin hundskur riddari,

ið gjørt hevur sum tú,

tú hevur svikið fljóðið tað,

tú fyrstur lovaði trú."

168.

"Hoyr tað, mín veldiga søta,

kenn mær einki um;

vendur var mær hugurin

frá hesum ástum tínum."

169.

Tað var fyrsta Brynhild mundi

Sjúrð við eygum sjá,

tá mundi tað væna vív

eina unga dóttur fá.

170.

Til tess svaraði Brynhild

fyrst á orði tá:

"Berið mítt barn á ánna út,

eg vil tað ikki sjá."

171.

Tóku Áslu Sjúrðardóttur,

floyttu oman eftir á,

stórar áir og stríðir streymar

bóru hana londum frá.

172.

Mangur hevur hóttur notið

fyri fagurt vív,

nú er komið at evstu stund,

at Sjúrður missir lív.

173.

Sjúrður var ein avrekskappi,

hann brá sítt svørð í droyra,

og honum voldu kvinnur deyða,

sum tær skulu fáa at hoyra.

174.

Brynhild situr í sínum sali

við so tungum móði,

hvørki mátti mæla ella sitja

hitt ynniliga fljóðið.

175.

Gunnar gekk í høllina inn

við hvøssum slíðraspjóti:

"Hann skal harðan deyða tola,

ið tær hevur gjørt ímóti."

176.

"Tað var Guðrun systir tín,

hon voldi mær tað stríð,

tí hon hevur tann Sjúrð svein,

sum ein yvir allar ríður."177.

Brynhild lá í sínari song,

og Gunnar stóð fyri stokki.

Yppist nú ráð av illari dáð,

so kaldur er kvinnu tokki.

178.

"Hoyr tað, mín veldiga søta,

tí vil eg einki trúgva,

at tú vilt honum Sjúrði unga

svik til handar snúgva."

179.

"Ei fært tú nakað yndi av mær,

ei tarvt tú tað trá,

fyrr tú hevur tann Sjúrð svein

tikið burt londum frá."

180.

"Hoyr tað, mín veldiga søta,

tú elvir mær miklan vanda,

hvussu skal eg Sjúrð av lívi fá,

sum einki svørð kann granda."

181.

Gunnar so til orða tekur:

"Nú man tað so vera,

Sjúrður er mín heitbróðir,

eg kann honum einki gera."

182.

"Ei fært tú nakað yndi av mær,

ei tarvt tú tað vænta,

so leingi eg Sjúrð við eygum sær,

so seint man angur lætta."

183.

Tí svaraði Høgni Gjúkason,

hann gjørdist í kinnum bleikur:

"Tað eru fullir fimtan vetur,

síðan vær fremdum leik.

184.

Hoyr tað, Brynhild Buðladóttir,

legg sjálv til tess ráð,

hvussu vit skulum Sjúrð hin unga

av sínum lívi fá."

185.

"Tit gevi Sjúrði salta krás

og hartil einki drekka,

ríðið so á skógin burt

alt fyri uttan ekka.

186.

Tú bið hann býta saðil,

tú bið hann býta hest,

hav tú svik í hjartanum,

tú læt, sum tú kant best."

187.

Brynhild situr í stólinum,

spælir við gyltum knívi:

"Tit komið ei aftur í mína

meðan Sjúrður er á lívi."

188.

Sjúrður gongur í høllina inn,

vænur er hann og vitur,

sum hon Brynhild Buðladóttir

fyri í stólinum situr.

189.

Sjúrður stendur á hallargólvi

við gyltum skjøld í hendi,

Brynhild unga Buðladóttir

eyguni frá honum vendi.

190.

Sjúrður so til orða tekur,

kappin tann hin reysti:

"Tá ið eg komi av skógi heim,

tá skal eg teg festa."

191.

Til tess svaraði Brynhild,

í tungu var hon snjøll:

"Eg lovi ikki tógva kongar

báðar í einki høll."

192.

Svaraði Brynhild Buðladóttir,

sorg um hjarta ber:

"Hoyr tað, Sjúrður Sigmundarson,

tú festir ikki meg."193.

Brynhild setist í gullstólin,

frá man frættast víða,

nú skulu teir Gjúkungar

burt á skógin ríða.

194.

Buðli kongur til orða tekur

bæði av móði og ekka:

"Fáið Sjúrði hjálm og svørð

og hornið úr at drekka."

195.

"Eingin unnar so øðrum væl,

at sínum av man hyggja,

ikki skal Sjúrður Sigmundarson

longur í heiminum byggja.

196.

Tí svaraði Buðli kongur,

hann heldur á ringinum reyða:

"Hoyr tað, Brynhild dóttir mín,

hví elvir tú Sjúrði deyða?

197.

Minnist tú, Brynhild, dóttir mín,

minnist tú ta tíð,

dróst tú Sjúrð av Norðlondum

ígjøgnum grøna líð.

198.

Minnist tú tað, Brynhild,

sæla dóttir mín,

tú dróst Sjúrð av Norðlondum

á Hildarheyg til tín."

199.

Buðli kongur av sali gongur

henda morgun snimma,

eftir situr Brynhild

við hond upp undir kinni.

200.

Tá var rómur í Buðlungs høll,

sveinar ríða út

Brynhild sat eftir í gyltum stóli,

hon fellir tár á dúk.

201.

Ríða teir á skógin burt,

Sjúrður í teirri ferð,

hann visti ei av svikunum,

teir høvdu í ráðagerð.

202.

Brynhild stendur í høllini,

sær hon út so víða,

Sjúrður frægi fyrstur og fremstur

fyri Gjúkungunum ríður.

203.

Hon settist aftur í gyltan stól,

av so miklari pínu,

møðig fellir hon tárini

á báðar armar sínar.

204.

Brynhild grætur møðiliga,

tað hitt væna vív:

"Far væl, Sjúrður Sigmundarson,

eg síggi teg ei á lívi."

205.

Ríða teir í skógin burt,

glaðir fyri uttan ekka,

góvu Sjúrði salta krás

og hartil einki at drekka.

206.

Drekka teir úr sínum horni

bæði títt og ofta,

eftir liggur Sjúrðar horn

heima á Gjúka lofti.

207.

Drekka teir úr sínum horni

alt fyri uttan ekka,

Sjúrður situr á Grana baki,

nú lystir hann at drekka.

208.

Drekka teir úr sínum horni,

glaðir fyri uttan sút,

Sjúrður loysir hjálmabond,

hann stíður úr saðli út.209.

Sjúrður sá ikki svikara vón,

hann steig úr saðli út,

skundaði sær at kelduni,

glaður fyri uttan sút.

210.

Sjúrður legðist at drekka,

sum vatn stóð fyri brunni,

sjáldan hevur ein góður kvistur

sprottið av illum runni.

211.

Sjúrður legðist at drekka,

sum vatn stóð fyri veit,

Gunnar átti mækan tann,

á Sjúrðar hálsi beit.

212.

Høgni stakk, og Gunnar hjó

við hvøssum slíðraknívi,

teir gjørdu so mikið níðingsverk,

teir tóku hann Sjúrð av lívi.

213.

Høgni stakk, og Gunnar hjó

mest av Brynhildar ráðum,

hevði hann vitað av svikum fyrr,

maður var hann fyri báðum.

214.

Tungan tók at mæla

bæði av ilsku og reiði:

"Hevði eg vitað av svikum fyrr,

maður var eg fyri fleiri."

215.

Tungan tók at mæla,

har hann lá á vølli:

"Hevði eg vitað av svikum fyrr,

maður var eg fyri øllum."

216.

Teir skiftu síni klæðini,

hvør við sínum lit,

ikki vildi Grani ganga,

tá hann hevði mans vit.

217.

Ikki vildi Grani ganga,

tí Gunnar honum reið,

fyrr enn hin snari Sjúrður

honum á herðar neig.

218.

Deyðan tóku teir Sjúrð svein,

førdu heim á skildi,

tað hevur so mangur latið lív

helst av kvinnu veldi.

219.

Deyðan tóku teir Sjúrð svein,

løgdu Brynhildu hjá:

"Berið Guðrunu Sjúrða,

hon eigur hann enn sum áður."

220.

Deyðan tóku teir Sjúrð svein,

løgdu Guðrunu á skeyt,

visti ei brúður, hon vaknaði,

fyrr enn blóð um beðin fleyt.

221.

Visti ei brúður, hon vaknaði,

fyrr enn blóð á beði lá,

tað var ei so undarligt,

við sorg hon í tað sá.

222.

Vaknaði Guðrun Gjúkadóttir,

hon læt so orðum fara:

"Síðst mundi eg Gunnar komgur

svikini av tær vara."

223.

Guðrun settist upp undir seg,

strýkur sveita frá,

blóðigan kysti hon munnin tann,

á Sjúrðar høvdi lá.

224.

Tí svaraði Gurðun Gjúkadóttir,

tekur til orða svá:

"Eg skal hevna Sjúrðar deyða,

um eg liva má."225.

Guðrun gekk í loftið fram,

hon fór úr stakkinum reyða,

alla sína ævina

syrgdi hon Sjúrðar deyða.

226.

"Hoyr tað, mín hin sæla dóttir,

syrg ikki Sjúrðar deyða,

Artala kongur í Húnalandi

skortir ei gullið reyða."

227.

Svaraði Guðrun Gjúkadóttir

av so tungum stríði:

"Tó skal eg hevna Sjúrðar deyða,

um eg verði á lívi."

228.

Brynhild hevði so manga nátt

sovið á Sjúrðar armi;

nú hevði hon hans deyða volt,

kyk sprakk hon av harmi.

229.

Brynhild sprakk av harmi,

Sjúrður lat sítt lív,

tað man merkjast á ástini,

at Brynhild hon var fríð.

230.

Brynhild sprakk av harmi

eftir Sjúrðar deyða,

eftir bóru Guðruni gull og fæ

og mangar ringar reyðar.

231.

Tað er satt, sum talað er,

at mong er konan eym,

Guðrun gongur um allan heim,

hon heldur í Grana teym.

232.

Nú skal lætta ljóði av,

eg kvøði ei longur á sinni,

so skal taka upp triðja tátt

og víðari leggja í minni.

Mikkjalskvæði

      1.  Kenna tit mannin í Beitinum búði,

sum yrkti um kappar í forum,

har pennur var brandur, og bókin skjøldur,

hann yrkti við nýtum orðum.

      Niðurlag: Ei gloymast skal minni Mikkjals   her á Ryggi á sinni.

 

      2. Hann sat har á tanga og eygleiddi alt,

ið hendi á bygdargøtum,

við brandi í hond og skjøldri við lið

á vallaðum grønum fløtum.

 

      3. Tá knørrur varð drigin úr knørraneysti,

og árarnar settar í sjógvin,

har homlurnar gnaddaðu í bæði borð,

tá brotini brutu um bógvin.

 

     4.  Hann sat har á kletti við brandi í hond

      og sá teirra kropnu hendur,

      teir stríddust í líðum í dagsins yrki,

      har brim bardi bygdarstrendur.

 

5.      Í bakkanum bjargaseyðurin gekk,

og fuglur í fuglabergi,

har bjargamaður í loftinum hekk,

hann stóð har og skoðaði verkið.

 

6.  Hann høgdi í klettin, so blóðið spríkti,

vælbrynjaður stóð hann ímóti

teir fornu stavir, teir standa stinnir,

hart fossurin fossar mót gróti.

 

7.  Frælsi og sjálvræði hjartað fylti,

væl lýst er í Føroyinga søgu

hann virdi teir gomlu og hevjaði teir

og bar teimum vakrastu kvøðu.

 

8.  Hann var har tá Brestir og Beinir fullu,

tá víkingar herjaðu landið,

tá bátarnir kappróðu um grindarakstur

av havi at sløttum sandi.

 
9.  Hann skapaði list úr Føroya gróti

eins frægur og Tróndur á sinni,

hann vardi seg væl við brandi og spjóti.

Vit goyma hans skaldskap í minni.

 

10.  Legði hann undir seg landið alt

vid sínum vælvaldu orðum,

vakur var brandur, og skjøldur breiður,

vit ganga í hansara sporum.

 

11.  Vit eiga fongin at landi hann førdi

sum Sjúrðargull goymist í hjarta,

ein stoltleika her í Vágum nørdi

við sínum brandi bjarta.

 

12.  Æra vit minnið um Mikkjal reysta

og hansara samtíðarvarðar,

vit gleðast um gullið, hann okkum bar,

so leingi tað fløðir og fjarðar.

 

 Jóhannis

Eingríms synir

Eingrím eigur eina borg,

hon stendur á høgum fjalli,

ellivu eigur hann synir av sær,

tann tólvti er riddarin snjalli.

 

Niðurlag :

Har var leikur, har var stríð,

har vóru tráddar urgans pípur,

mitt um Júlland garða rípur.

 

2. Ellivu eigur hann synir av sær,

heima í heyggi býr,

ein er yvir øllum teim,

kappin Angantýr.

 

3. Angantýr situr í sínari høll

talar við sínar dreingir,

hvar vita tit mín javnlíka,

tað havi eg hugsað leingi.

 

4. Angantýr situr í sínari høll

talar við sínar menn,

hvar vita tit mín javnlíka,

tað havi eg hugsað enn.

 

5. Sveinar svara sínum harra,

hví spyr tú so,

best man tú vita við sjálvum tær,

hvar tær stendur hugur á.

 

6. Best man tú vita við sjálvum tær,

hvar tær stendur hugur á,

hoyrt hava vit gitið Svøríkis kong,

ið væna dóttir ár.

 

7. Svøríkis kongur dóttir eigur,

hava hana menn við orði,

henni er stólur av gulli settur,

framman for kongsins borði.

 

8. Hann hevur henni ein saðil bygt,

stendur har borgum hjá,

leyvini bleiktra uppi við ský,

bæði gul og blá.

 

9. Hann hevur henni ein saðil bygt,

stendur har borgum nærri,

leyvini bleiktra uppi við ský,

og fáir byggjast hægri.

 

10. Hon kann alt við hondum gera,

sømir seg væl ein kvinna,

hon kann bæði lesa og skriva,

reyðargull kann hon spinna.

 

 

11. Er hon so von og tekkilig,

sum tú sigur frá,

hagar streingi eg heiti mítt,

tað stendst hvat av ið má.

 

12. Er hon so von og tekkilig,

sum tit siga til,

hagar streingi eg heiti mítt,

tað stendst hvat av, ið vil.

 

13. So letur kappin Angantýr

síni skipini gera,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli vera.

 

14. Gingu teir til strandar oman,

ríkir menn og reystir,

lunnar brustu og jørðin skalv,

teir drógu knørr úr neysti.

 

15. Summir bóru mat í skip,

summir bóru vápn,

vóru so til ferðar búnir

á tann sama hátt.

 

16. Vundu upp síni silkisegl,

gull við vovin rand,

strikaðu ikki á bunka niður

fyrr enn við Svøríkis land.

 

17. Har ið teirra snekkjan  

kendi fagurt land,

lótu síni akker falla

á so hvítan sand.

 

18. Lótu síni akker falla

á so hvítan sand,

fyrst steig kappin Angantýr

sínum fótum á land.

 

19. Fyrst steig kappin Angantýr

sínum fótum á land,

síðani allir ellivu brøður

undir hans høgru hond.

 

20. Gingu so frá strondum niðan,

vóru í stáli klæddir,

gyltan hjálm á høvdu bóru,

teir vóru for ongum ræddir.

 

21. Uppi í miðjum grasagarði

aksla teir síni skinn,

og so búnir ganga teir

í høgar hallir inn.

 

 

 

 

22. Og so búnir ganga

teir í høgar hallir inn,

har svøríkis kongur við borðið sat

við monnum hundrað fimm.

 

23. Angantýr gekk í høllina inn,

í forðum var tað siður,

hevur nú alt í einum orði,

hann heilsar og hann biður.

 

24. Angantýr so til orða tekur,

ber fram kvøðu sína,

sit væl reysti svøríkis kongur,

gev mær dóttir tína.

 

25. Svøríkis kongur til orða tekur,

  hann letur so orðum fara,

  tað er mær so hart í mót

  hon skal so burtur fara.

 

26. Tad er mær so hart ímót,  

hon skal so burtur fara,

er her nakar av mínum monnum

frú Ingibjørg vil forsvara.

 

27. Er her nakar av mínum monnum,

frú Ingibjørg vil forsvara,

eg svørji tann eið við mína trú,

hann skal mína dóttur hava.

 

28. Tað síggi eg á tær, Hjalmar kappi,

tær man ognast sprund,

kom á hólm og barst við meg

eina so lítla stund.

 

29. Vit skulu okkum á oynna út,

tú við Eingríms synum,

Ørvaroddur fylgir mær,

hann er ikki kappin minni.

 

30. So letur reystur Hjalmar kappi

síni skipini byggja,

allar letur hann streingirnar 

við reyðargulli leggja.

 

31. Gingu teir til strandar oman,

ríkir menn og reystir,

lunnar brustu og jørðin skalv,

teir drógu knørr úr neysti.

 

32. Vundu upp ein hvítan dúk,

út í havið settu,

Ingibjørg græt so møðiliga,

hon stóð á landi eftir.

 

 

 

 

33. Oddur talar Hjalmari til,

tú er av góðum kyni,

eg skal móti Angantýr,

og tú mót Eingríms synum.

 

34. Vit skulu okkum Angantýr

við harðari gongu kníggja,

ikki skal frætta Ingibjørg,

at eg skal undan flýggja.

 

35. Oddur so til orða tekur,

mælir so for sær,

fer tú móti Angantýr,

deyðan kjósar tú tær.

 

36. Teir løgdu so mót oynni út,

væntaðu sær til frama,

berserkar vóru við Angantýr

Hjalmari at bana.

 

37. Hjalmar kappi og Angantýr

teir bardust av oynni niður,

falnir vóru teirra menn,

teir flestu av skipaliði.

 

38. Hjalmar hann sló Angantýr

niður fyri sín fót,

Hjalmar gev mær drekka í dag,

tí tað er dreingja bót.

 

39. Hjalmar hann sló Angantýr

niður for sínar føtur

Hjalmar gev mær drekka í dag,

tí tað eru dreingja bøtur.

 

40. Gjarna gevi eg tær drekka í dag

út av mínum runni,

hoyr tú kappin Angantýr,    

í dag havi eg teg vunnið.

 

41. Drekka helt hann fyri hans munn,

tann hin ríki alvin,

ilt var í tann heidna hund,

hann stakk hann undir hjálmin.

 

42. Tað var reysti Hjalmar kappi,

hann sínum svørði brá,

hann kleyv kappan Angantýr

sundur í lutir tvá.

 

43. Allir riðu ellivu brøður

niðan við eini á,

nú skal Oddur av lívi takast,

Hjalmar er ikki hjá.

 

 

 

 

44. Oddur reið mót øllum teim,

royndi góðar gripir,

allar feldi hann ellivu brøður

niður for eina sipu.

 

45. Oddur reið mót øllum teim

niðan við einari á,

allar feldi hann ellivu brøður,

sum søgur ganga frá.

 

46. Oddur kom so síðla á degi

ríðandi fram við strond,

hann sá hvar ið Hjalmar sat

við eiturblásin ond.

 

47. Oddur kom so síðla á degi

ríðandi fram við stein i,

hví situr tú so bleikur sum bast,

hvat hevur tær verið at meini.

 

48. Hann spretti mína brynjuna,

hann spilti mítt holdið hvíta,

eitur var í svørðinum,

tað mundi í hjarta níta.

 

49. Tú dristaði teg í brynjuna,

sum gjørt var út av stál,

enn standi eg í skjúrtu míni,

eg havi ei fingið sár.

 

50. Tú dristaði teg í brynjuna,

sum gjørd var av silvuri hvíta,

enn standi eg í skjúrtu míni,

ógvuligur at líta.

 

51. Tú dristaði teg í brynjuna,

sum gjørd var av silvuri reina,

enn standi eg í skjúrtu míni,

eg havi ei fingið skeinu.

 

52. Reyðan ring av armi dró,

meðan hann kundi tala,

sendi hann frúnni Ingibjørg

og bað hana liva sæla.

 

53. Reyðan ring av armi dró,

meðan hann fleyt í blóði,

sendi hann frúnni Ingibjørg,

sínum væna fljóði.

 

54. Oddur tók upp Hjalmars lík,

bar tað niður til strond,

vant upp segl í húnar hátt

og sigldi til Svøríkis land.

 

 

 

 

55. Líkið var sett í glæstriborg,

var yvirsmurt við blóð,

Ingibjørt risti kross for sær,

hon doyði sum hon stóð.

 

56. Tey fóru bæði í eina grøv,

Hjalmar og hans vív,

alla ævi Ørvaroddur

syrgdi stálbróðir sín.

 

57. Ásbjørn seg so trúgvur var,

vildi halda ord,

livandi seg í jørðina gróv,

hjá Hjalmari vildi hann sova.

 

58. Oddur livdi eftir tá,

har á konga málum,

síðani leiddist honum við

at drekka av silvurskálum.

 

59. Oddur livdi eftir tá,

keddist við sítt lív,

fór so burtur í onnur lond,

har hann hoyrdi frá stríð.

 

60. Hoyrt havi eg og frá tí sagt,

at Eingrím dóttur hevði,

hon skuldi Odd av lívi taka,

hevna sín bróðirs deyða.

 

61. Men tí er tað órímiligt,

tí Oddur í Noregi doyði,

tað stóð ei fyri mínum eygum,

at nakar hans lív oyðilegði.

 

Jallgríms kvæði

1.

Eina veit eg rímuna,

gjørd vi nýtum orðum:

Jallgrímur og Havgrímur

ræðu fyri í forum.

 

- Látum dans dynja dreingir,

stoltsliga stígum i ring.

Stendur hon væl frúva.

 

2.

Jallgrímur og Havgrímur

ræðu við búnum brandi:

hin var sær á Upplondum,

men hesin á Bjarmalandi.

 

3.

Løgdu sær so ráðini við,

sum frnir gjørdu i forum:

tað skal ikki kongur stýra

 her um Heroyjar norður.

 

4.

Har komu nðiur á Bjarmalond

fimti riddarar reystir,

tá svaraði Havgrímur:

hvørjir eru hesir gestir?

 

5.  Svaraði ein at sveinunum,

smílist undir lín:

Haraldur kongur av Noregi

sendi meg til tín.

 

ó.  Haraldur hevur oss higar sent

ikki við so blíðum:

antin skal tú landið skatta,

ella ímóti stríða.

 

7.

Havgrímur  so til orða tekur,

mælir tunga at inna:

her hevur eingin skattur gingið

alt tað ið frægir minnast.

 

8.

Eg eri alin á Bjarmalondum,

giti ei landi skattað,

ikki skal hann Haraldur kongur

fregna tað og frætta.

 
9.

Bóru burt hans borðbúnað,

gjørt var av silvuri reina

takið nú tann høvdinga

og beri út á teinum.

 

10.  Løgdu hendur á Havgrím  unga,

ætlaðu út at bera,

hann vá upp íin bitra brand,

ið væl kundi brynjur skera.

 

11.

Hann brá upp sin bitra brand,

er mær ei á tí  hól,

eg svørji tann eið vði mína trúgv,

hann feldi riddarar tólv.

 

12.

Sveinar riðu for kongin heim

við so nýtum orðum:

enn ræður Grimur á Bjarmalondum,

sum hann hevur ráðið i forðum.

 

13.

Kongurin so til orða tekur,

heldur á búnum knívi:

eina skal eg Noregi stýra,

um eg eri á lívi.

 

14.

Kongurin so til orða tekur

við sínum gula hári:

vit skulum gista Bjarmalond,

tá ið líður at vári.

 

15.

Hetta frætti jallurin,

uppi situr í fjøllum:

Haraldur hevur Noregi hálvt,

nú vil hann ráða yvir øllum.

 

1ó.

Jallgrímur klæðist árla morgun,

man meg rætt um minna:

nú lystir meg á Bjarmaland

fornar vinir at finna.

 

17.  Út var loystur gangarin

undir hallarvegg,

prýddur var hann við skarlak

niður á hóvaskegg.

 

18.

Prýddur var hann við skarlak

niður á miða síðu,

forgyltur var saðilin,

ið Jallgrímur skuldi á ríða.

 

19.  Jallgrímur ríður í grasagarð,

loysir av saðilgjørð:

hvat er títt á Bjarmalondum?

frætti eg av í fjør.

 

20.

Jallgrímur ríður i grasagarð,

letur So orðum byrja:

hvat er títt á Bjarmalondum?

tað er fyrst at spyrja.

 

21.

Haraldur kongur af Noregi

ræð mót os at herja,

brynjaði hann út fimti kempur,

væl mundi eg meg verja.

 

22.

Her er komin ein annar gestur

niður frá høgum fjøllum,

alin er upp blant Bjarmatussar,

og líkastur er hann trøllum.

 

23.

Alin er upp blant Bjarmatussar,

líkastur er hann trøllum,

hann vil mína sæla dóttur

føra upp mót fjøllum.

 

24.

Hann er eingin á Bjarmalandi,

honum torir at møta,

hvør ið kemur í holt við hann,

blóðig verður gøta.

25.

Havgrímur kemur út árla morgun,

fátt mann feigum forða,

hann sær nú tann fjallatussa

niður úr fjøllum spora.

 

26.

Hundar tóku at goyja hátt,

greppurin dró at garði,

stígur á legg við stinnum alvi,

fór ikki um við fári.

 

27.

Hundar tóku at goyja hátt,

greppur at garði dró,

stígur so sterkt á stinnan legg,

hann jørð um ká1var vóð.

 

28.

Hundar tóku at goyja hátt,

greppur at garði dregur,

stígur so sterkt á stinnan legg,

harm jørð um kálvar veður.

 

29.

Veggir allir svignaðu,

hvar hann kom í tún, hurðar allar klovnaðu,

áðrenn hann fekk rúm.

 

30.

Beinkir allir brotnaðu,

hvar hann gekk í sæti;

Jallgrímur so til orða tekur:

slíkt er trølla læti.

 

31.

Beinkir allir brotnaðu,

hvar hann settist niður.

Jallgrímur so til orða tekur:

slíkt er trølla siður.

 

32.

Tá svaraði hann fjallatussi,

kinn bar hann so balda:

eg haldi tað ei vera kongaligt,

ið ikki skal kempum halda.

 

33.

Risin so til orða tekur,

lítur seg út til bíggjar:

hvar er frúgvin Ingibjørg?

nú vil eg hana síggja.

 

34.

Havgímur so til orða tekur:

eg havi rðá og minni;

tú sært ikki Ingibjørg

enn á hesum sinni.

 

35.

Risin gjørdist grimur i grønum

er mær ei á ti hól,

tríati sló hann reystar kempur,

fullu á hallar gólv.

 

36.  Sjálvur skal eg mær sømdir lúka

frú á máli finna;

hann gekk seg í høga loft,

hann mundi tað útinna.

 

37.  Risin kemur salin inn,

svarar sofrá sær:

hoyr tú, frúgvin Ingibjørg,

vilt tú játtast mær?

 

38.

Kjaftur tin er ógvuligur,

nasarnar eru langar,

so seru tíni kjálkabem

sum fjórðingsvegur at ganga.

 

39.  Kjaftur tin er ógvuligur,

ennið tað er fatt,

nasarnar eru sum neystadyr,

hartil sigi eg satt.

 

40.

Skeggið er sum sótið svart,

hongur niður á bringu,

neglinar rætt sum bukkahorn

alin fram av fingrum.

 

41.

Skeggið er sum sótið svart,

hongur niður á belti,

eyguni rætt sum tjarnir tvær,

og tonn sum í villini gølti.


42.  Risin stendur á hallargólvi,

hevur ei fleiri orð,

hann tók frúnna Ingibjørg

og ripti fram um borð.

 

44.

Risin tók ta bjørtu brúður

út á grønan vøll;

Jallgrímur gav so vont eitt høgg,

hinum i heysin gell.

 

45.

Rism misti frú frá favn

niur á fold so fríða;

Jallgrímur hana á hestin tók,

burt á skógv at ríða.

 

46.

Jallgrímur hana á hestin tók

burt á skógv at ríða:

hoyr tú, frægur frúnnar faðir,

tú skalt við risan stríða.

47. 

Jallgrímur hana á hestin tók,

spennir á saðilgjørð,

plaga so allir riddarar ríða,

gangari rennur á jørð.

 

48.

Bardust fullar tógvar dagar,

hvørgin sigur fekk,

inntil tann hin triðja,

ið só1 til viða gekk.

 

49.

Bardust fullar tógvar dagar,

hvørgin sigur vann,

inntil tann hin triðja,

ið só1 til viða rann.

 

50.

Inntil tann hin triðja,

ið só1 til viða rann,

tá fell kappin Havgrírnur

tann hin raski mann.

 

51.  Risin burt av garði reið

føtur i fjallið setti: -

ei skal jallur á Upplondum

við æru liva eftir.

 

52.

Ein kom maður í høllina inn

millurn stavs og veggjar:

skunda tær, reystur Haraldurkongur,

landið undir teg at leggja.

 

53.

Skunda tær, reystur Haraldur

glaður i gulmærs gangi:

deyður er nú tann høvdingi,

oss hevur forðað leingi.

 

54.

Hann legði undir seg ríkið alt

fram við sjóvarstrond,

síðan helt hann haðan burt

og ríður á Upplond.

 

55.

Jallgrímur kemur út árla morgun,

sær nú kongins dreingir,

talar hann nú til sínar menn:

royni nú bogastreingir.

 

5ó.

Jallgrímur ríður út árla morgun,

kappin tann hin raski,

fimti vóru teir kongins menn,

ið fullu í fyrsta kasti.

 

57.

Jallgrímur rópar á sínar menn:

spennum vára bogar,

ikki skal Haraldur Hárfagri

so Upplendingar kúga.

 

58.

Jallgrímur ríður á grønum vølli,

sum aðrir reystir menn,

so feldi hann Haralds garpar

hundrað um ísenn.’

 

59.

Átjan vóru teir sveinarnir,

boðini bóru heim:

Jallgrímur ræður á Upplondum

so frægur hilmir ein.

 

60.

Nú skal brynja út annað lið

vera til víggja førur,

ríða so til Upplanda

og spenina á saðilgjørð.

 

61.

Árla var urn morgunin,

rðoar fyri só1,

riðu so á skógvin burt

fram fyri fagran hó1.

 

62.

Jallgrímur kemur út árla morgun,

sær nú kongins dreingir;

talar hann nú til sínar menn:

spenn um bogastreingir.

 

63.

Jallgrímur riður út árla morgun

sum aðrir reystir menn;

so feldi hann Haralds greppar

hundrað um ísenn.

 

64.

Jallgrímur ríður á grænum vølli,

royndi góðar gripir,

feldi niður av Haralds monnum

tíggju for hvørja sipun.

 

65.

Jallgrímur niður á grønum vølli

við sínum brandi bjarta,

ein fleyg ørvin fyri hans bróst,

tá neit inn at hjarta

 

66.

Úr sær reiv hann blóðiga ørv

alvæl sum hann kundi,

sendi hana aftur í Haraids lið,

so mangur lívið týndi.

 

67.

Jallgrímur so til orða tekur:

felt havi eg úr liði;

gerið sum fyrst í fyrndartíðum:

gevði nú ongum grið.

 

68.

Teir høgga títt, teir líva lítt,

duplur hanga við stengur,

 maktast ungi Jallgrímur

í víggi har hann stendur.

 

69. 

Jallgrímur riður á grønum vølli,

nú tekur liðið at tynna:

glaður eg ríði at kvøldmá1um

mína brúður at finna.

 

70.

Dagurin tók at kvølda,

teir sóðu risan renna,

oman skruddu dalir og fjøll,

tá hann ræð teir at kenna.

 

71.

Eg havi staðið í stríð í dag

og vegi so mangan mann,

nú síggi eg tann fjallatussa,

eg meini hann vil mær ann.

 

72.

Eg havi staðið ó stríð í dag

og vunnið tann sigurin prúð;

eg eri møddur og illa særdur,

hvíla vil eg nú.

 

73.

Ongan skal tú søtan sova,

so leingi sum brandar bíta,

fyrr enn eg fái Ingibjørg,

sum væn er á at líta.

 

74.

Hann legði inn at Jallgrími unga,

sigst í hesum tátti,

harðliga við beinum bankar,

fðr ikki um við sátti.

 

77.

Hevði eg ikki for mínum brósti

følt tað tunga mein,

ikki skuldi tú, fjallatussi,

boðini borið heim.

 

78.

Jallgrímur reiggjar svørð íkring,

vegur við vápn á skildir,

so hjóð hann til fjallatussan,

eggin beinið kildi.

 

79.

Risin sipaði jarnstongina

við so miklari ferð,

Jallgrímur fekk so ont eitt slag,

at heilin dreiv á jørð.

 

80.

Gylsteinur sær úr heri brá,

væl kundi brynjur skera:

ikki skal frúgvin Ingibjørg

risans brúður verða.

 

81.

Gylsteinur seg frá heri reið,

við sínum brandi brá,

hann kleyv henda grima risa

sundur í lutir tvá.

 

82.

Tað var reystur Haraldur kongur,

gav honum gávur góðar:

Bjarmalandi yvir at ráða

og Ingibjørg, væna fljó.

 

83.

Gylsteinur festi Ingibjørg,

so er komið til mín,

síðan førdi hann haraldi kongi

skatt og gull í skrín.

                                           

 

 

Einars ríma

    

 

Hósis dóttir Kjartani unti,

høvdu tað menn á orði;

untist tað honum ein vænari moy,

í Tróndheimi í Noreg.

 

Há trummar í høll,

hermenn ríða fram.

Jomfrú leikar í lundum

við tann edilmann.

 

2. Hósis dóttir Kjartani unti,

mongum tað illani tókti,

untist tó honum ein vænari moy,

frú Marita kongsins dóttir.

 

3. Eina veit eg rímuna,

vil eg fyri tær greina,

Ólavur kongur í Tróndheim norð,

so reystar hevur hann sveinar.

 

4. Kongur hevur ein ungan mann,

Einar vil eg hann nevna.

Vænur er hann og vøksturligur,

væl kann boga spenna.

 

5. Kongurin situr yvir breiðum borði.

Sólin brandar víða,

talar hann til Einar unga:

"Tú skalt á skógar ríða."

 

6. Kongurin gongur í borgarsali,

hann sá eftir sævarbylgju:

"Eg skal fáa tær fimtanhundrað,

við tær á skóg at fylgja."

 

7. Riðu teir eftir Áskóg norður,

man meg rætt um minna:

Tá teir komu undir Dovrafjall,

tá tók dagur at dimma.

 

8. Allir stóðu kongsins menn,

teir tóktust komnir í vanda,

sóu teir har á grønum vølli

ein griman risa standa.

 
9. Risin so til orða tekur,

tóktist hava kent:

"Hoyr tað reysti Einar ungi,

hvør hevur teg higar sent?"

 

10. Til tað svaraði Einar ungi,

hann kvaðst ei longur tiga:

"Ólavur kongur í Tróndheimi,

hann hevur sent meg higar."

 

11. "Hevur hann teg higar sent

at standa í stórum vanda,

eg eigi jørð og aldanskóg,

hetta vil eg behalda."

 

12. Risin so til orða tekur,

letur so orðum líða:

"Her skulu tit kongsens menn

í sma stað mær bíða."

-----------------

13. Tað var hesin grimi risi,

við so miklari ferð,

gekk hann sær í hellið inn

at søkja sær skjøld og svørð.

 

14. Risin kom av helli út

við so mikið hól,

niður feldi hann fimtanhundrað,

áðrenn upprann sól.

 

15. Niður feldi hann fimtanfundrað,

eingin vann honum mein,

eftir ríður á grønum vølli

Einar, kempan ein.

 

16. Einar ríður á grønum vølli,

kinn ber hann so baldan:

"Tað frættir ei Kristin kongsins dóttir,

at eg skal undan halda."

 

17. Einar ríður á grønum vølli

við svørð og brynju blá.

síðan helt mót risanum,

tá gingu kostir á.

 

18. Einar reiggjar svørðið hátt,

um tit vilja mær trúgva,

ætlaði hann á risanum

høvur og hjálm at klúgva.

 

19. Einar reiggjar svørðið hátt,

ætlaði til so fast,

tað fleyg burtur av risana hjálmi

og sundur um miðju brast.

 

20. Einar ríður á grønum vølli,

hann lítur niður for seg:

"Ólavur kongur av Noregi,

illa sveik tú meg."

 

21. Einar stendur á Áskóg norður,

blóðugur upp til knýggja;

illa tókti honum tað,

at hann skuldi undan flýggja.

 

22. Einar ríður á Tróndheim suður

við einum brotnum spjótið;

Ólavur kongur av Noregi

hann gekk honum ímóti.

 

23. Kongurin so til orða tekur,

tá ið hann mannin kendi:

"Einar, hvar er liðið tað,

sum eg á skógin sendi?"

 

24. Til tað svaraði Einar ungi,

blóð á akslum fleyt:

"Her tú síggja skalt tað svørð,

sum eg við risan breyt."

 

25. Kongur so til orða tekur:

"Lat tær einki ekka!

Gakk tú inn í høllina

tann brúna mjøð at drekka."

 

26. Einar situr við breiða borð,

hann lítur at føgrum vívi:

"Nú er eingin í Noregi,

ið risan tekur av lívi."

 

27. Eina ro til orða tekur,

mælir so fyri sær:

"Eg vildi, at Kjartan Ólavsson

her í Tróndheimi var."

 

28. Svaraði ein so gamal maður,

studdist fram á fold:

"Deyður er Kjartan Ólasson

og lagdur í døkka mold."

 

29. Svaraði tá ein annar maður:

"Har var eg í fjør,

deyður er Kjartan Ólavsson

og liggur í heiðin jørð."

 

30. Marita yvir borði stóð

við sínar moyggjar tólv.

Tá ið hon hoyrdi Kjartans deyð,

hon svímar á hallargólv.

 

31. Reistu teir hana við borðið upp

kongsin mangir menn,

lindin dró fyri hjartað inn

og blóð úr næsum fleyt.

 

32. Tað var frúgvin Marita,

hon mælir orðum fjól:

"Skamm fái Guðrun Hósis dóttir,

sum brand úr slíðra stjól.

 

33. Eg tók upp úr máldrykkju,

Kjartani brandin gav,

av silvuri, settur við dýrar steinar,

gripur úr gulli var.

 

34.Eg tók upp úr máldrykkju

silvurslíðrar at bimda;

hann fekk ikki víggjasár,

ið bar mín brand við linda."

 

35. Tá mælti sami gamli maður,

glógvar í gulli reyður:

Enn eru kappar í Íslandi,

um Kjartan hann er deyður."

 

 

 

 

 

Gátu ríma

Hoyrið tit í hesi høll,

innan ein av teim,

hvussu árla legði hann brots,

farin í annan heim.

 

Treðum lættliga dansin!

Dagurin skínur so fagurliga,

komið er hægst á summarið.

 

Gestur villur frá høllini gongur,

blindur er hann og fáur,

møtir hann einum gomlum manni,

allur í hárum gráur.

 

Møtir hann einum gomlum manni,

allur í hárum gráur:

Hví ert tú, Gestur blindi, villur,

hví ert tú so fáur?

 

Tað er ei so undarligt

at eg eri tungur til máls:

illa volda gátur mær,

í morgin missi eg háls.

 

Tað er ei so undarligt,

at eg eri tungur og stríður:

illa volda gátur mær,

í morgin missi eg lív.

 

Hvussu mikið reyðargull

vilt tú geva mær,

eg gangi inn fyri Heiðrik kong

og gátur kenni har.

 

Tólv merkur í reyðargulli,

tað skal verða títt,

gongur tú inn fyri Heiðrik kong

og loysir høvur mítt.

 

Gakk tú tær í grasgarð

og ráð fyri tínum bú:

eg gangi inn fyri Heiðrik kong

og gátur kenni nú.

 

Tríati eru gáturnar,

git mær ein’ av teim:

Hvussu eitur sá reyða trumma,

ið slær yvir allan heim?

 

Vita man eg gátuna,

eg giti ta fyrstu av teim:

Toran eitur sá reyða trumma,

ið slær yvir allan heim.

 

Hoyr tú Heiðrik, kongur mín,

hvar veits tú teir grannar:

ganga báðir um einar dyr,

og hvørgin kennir annan?

 

Hugur mín og hugur tín

teir eru einir grannar,

ganga báðir um einar dyr,

og hvørgin kennir annan.

 

Hoyr tú Heiðrik, kongur mín,

hvar veitst tú teir brøður:

liggja úti á útskerum

og hava ei faðir og møður


Eystfall og vestfall

mega væl kallast brøður,

liggja úti á útskerum,

og hava ei faðir og møður.

 

 Hoyr tú Heiðrik, kongur mín,

hvat man tað nú vera:

bleytt sum dún og hvítt sum fonn

og hart sum hornið harða?

 

Hoyr meg, Gestur blindi,

eg gátuna kenna mann:

sjógvurin bæði bleytur og harður,

hvítt stendur brim á land.

 

Hoyr tú Heiðrik, kongur mín,

hvar veksur sá viður,

rótin horvir til himmals upp,

og skarið horvir niður?

 

Glerpípan í homrum uppi

hon er eingin viður,

rótin horvir til himmals upp,

og skarið horvir niður.

 

Hoyr tú Heiðrik, kongur mín,

hvar veitst tú teir skógvir,

høgdir verða á hvørji helgu,

tó er viður nógvur?

 

Skeggið er á hvønsmans høku,

tað er eingin skógvur,

rakað verður á hvørji helgu,

tó er viður nógvur.

 

Hoyr tú Heiðrik, kongur mín,

hvar veitst tú teir brøður,

vaksa upp í eini høll,

hava ei faðir og møður?

 

Torvkongul og brennistein

teir eru einir brøður,

vaksa upp í eini høll

og hava ei faðir og møður.


Súgvin gongur til sína skemmu,

glymur á grønari grund,

galtar grynta, grísar stynja,

hvørt av sínum munni.

 

Vita man eg gátuna,

eg sigi tað allvæl satt:

hamari er í hvørji smiðju,

hann fellur rætt og slætt.

Vita man eg gátuna,

er mær ei á tí hól:

Óðin ríður sínum hesti

bæði á land og sjó.

 

Vita man eg gátuna,

eg fari ei við tí hátt:

Óðin ríður sínum hesti

bæði á dag og nátt.

 

Óðin gjørdist villini fuglur,

fleyg sær út úr høll,

brendist inni Heiðrik kongur

og har til hirðin øll.

 

Óðin gjørdist villini fuglur,

fleyg sær út í hav,

brendi inni Heiðrik kong

og alt tað lið, har var.

Overskrift 1

Huldugentan

1. Náttin svørt yvir landið lá,

fólkið tað mesta  svav.

Veðrið var gott, og mánin sá,

sólin var gingin í kav.

 

2. Ein var maður, ið úti stóð

hesa somu nátt,

náttina damar ei øllum gott,

gævi tað lýsti brátt.

 

3. Heyggjarnir runt um opna seg,

huldufólk koma í dyr,

hesin maður tað sýnið sá,

hevði ei sæð tað fyrr.

 

4.Vakrar moyggjar í skarlak reyð,

klæddar frá topp til tá,

skunda sær út av hvørjum heyg,

ætla til dans at gá.

 

5. Á fríðari fløtu tey sláa ring,

gentur og ungir menn,

ofta tey gera so knapplig sving,

dansa so runt í senn.

 

6. Dansa tey runt um víðan vøll,

vakurt tað var at sjá,

vøkur tey vóru á vøkstri øll,

bæði á brún og brá.

 

7. Songurin klingar sum klokkuljóð,

stundum sum bylgjubrús,

ekkóið aftur úr homrum sló,

stundum alt hoyrdist sum sús.

 

8. Ein kom smílandi har eg stóð,

sýntist at vera so blíð.

Aldri sá eg vænari fljóð,

hvørki í bygd ella bý.

 

9. Brúnir lokkar tann hvíta kinn,

rammað inn sum ein krans,

eyguni tey vóru dúgvublá,

strála í stjørnuglans.

 

10. Varrar fagrar sum purpur reyð,

brosið tað duftar søtt,

silkikápa um herðar fleyg,

slíkari hevði eg ei møtt.

 

11. "Gott kvøld" hon sigur og smílist við

hon rættir mær sína hond,

"eg eri tín vinur og vil tær frið,

góð eru vinskapsbond.

 

12. Eg havi sæð teg so manga ferð,

harav eg kenni teg gott,

tú hevur gingið mítt heim forbí,

bæði um dag og nátt.

 

13. Kom og dansa ein dans við mær,"

talar hon orðum blítt,

"við mína lið eg havi teg kær,

heim mítt skal vera tær frítt."

 

14. "Vakra genta, tað tori eg ei,

tí eg havi hoyrt frá sagt,

tit kunnu skjótt fortrølla meg,

fáa tit yvir mær makt."

 

15. Bliknaði hon við hesi orð,

sukkar frá brósti svakt,

hon skalv og vendi sær frá mær burt,

eg angraði, eg hevði tað sagt.

 

16. "Ikki er vert tú ræðist meg,"

talar tann fagra moy,

"ont eg ikki vil gera tær,

fyrr so vildi eg doyð.

 

17. Aldri tala vit vonda bøn,

ongum gera vit mein.

Fólk okkum hata sum versta pøl,

munna tey vera so rein?

 

18. Vit eru skøpt at ferðast um nátt,

skaparin skapti alt gott;

sól og máni bleiv døgnið býtt,

dagin hava vit frítt

 

19. Mánin fargar tann hvíta kinn,

hon turkar úr eygum tár;

barmurin bivar, tí bleytt er sinn,

svíða ger hjartasár.

 

20. "Syrg nú ei so, lat alt vera gott,

tak ei av hesum harm,

sakta vit ganga til dansin brátt,

ganga nú arm í arm."

 

21. Dansaðu vit tá hesa nátt,

til dagur í eystan var;

moyggjar skunda sær heim so brátt,

við gleði vit skiltust har.

 

22. Síðani havi eg manga ferð

dansað við henni í ring,

ofta vit møtast, tá eingin sær,

ganga so vítt umkring.

 

23. Ofta spadsera vit meðan dagur er

fró eftir vegnum fram,

glað hon smílist, tí eingin sær,

hatturin fjala kann.

 

24. Ofta eg komi til hana heim,

steðgi har eina stund,

tíðin gongur við skemt og gleim,

hon mær fylgir á fund.

 

25. "Hertha, tú er so ung og nett,

lukka fylgir tær við,

ger títt lív so ljóst og lætt,

signi tín hvíldarfrið".

 

26. Er tú mín vinur, so henda kann tað,

hana eg vísa kann tær,

slíka sjønheit tú aldri sá,

ikki í landinum her.

 

27. "Trútt sum trøllið" er gamalt orð,

stóla bert á tað fast,

huldufólk svíkja ei vinin sín,

fyrr enn at hjartað brast.

 

Johan Djurhuus, 15.10.1927.

 

 

Tróndar kvæði

 

Tróndur klæðist árla morgun,

reikar innan høll;

hundraðtals av Norðoyingum

sløðast runt um vøll.

 

Her er gott at dansa!

Stovan hon er nýggj,

stokkar eru av stáli gjørdir,

takið er av blýggj.

Her er gott at dansa!

 

Tróndur dregur brók á lær,

báðar føtur skøðir;

nýa bláa búneti

hann setir sær á høvur.

 

Kappan hann um herðar legði,

ringar greiptu armin;

silvurmalja, spenni gylt

prýddu breiða barmin.

 

Gyrðir hann sær svørð við lið,

gongur út úr skála,

stevnir í tann mannaflokk,

um víðan vøll man vála.

 

"Heilir, sælir, mínir menn!

Á hesi morgunstund

skulum vær nú til Havnar suður

á tann trúnarfund.

 

Skulum vær níga Ólavi kongi,

skulum vær honum lúta?

Skulum vær krúpa so í krógv,

tá man mangur súta!

 

Sigmundur er nú fallin frá,

sveik hann land og trúgv;

svíkja vit tað líkaso,

svíður tað onkrans búgv.

 

Samráð er nú besta ráð;

lat okkum saman halda,

seta skjøldur for Ólav kong,

sum vil øllum valda!

 

Landið, vit her búgva í,

og fedrar várir áttu,

geva vit ikki Ólav’ kongi

bæði við jørð og smáttu.

 

Bera svørð á Sigmund frænda,

ber mær ikki til;

men at føra orðið fram,

eg fegin gera vil.

 

Eg havi farið landið víða,

leitt alt fólk á veg;

allir norðan Hórisgøtu

vilja so sum eg.

 

Vápnaðir vit allir gyrða

Sigmund í ein ring,

treingja hann við vápnum hart

og sjálvir halda ting.

 

Ikki hansara skarlaksbúna

og hans tríati menn,

ikki eru vit falnir so,

at vit teir óttast enn."

 

Mælti bóndin í Ónagerði

svørðið skein sum logi -:

"Ikki skal Sigmund’ rósa av,

hann fremur kongaboðið.

 

Tróndur, før tú orðini,

verjuna vit føra.

Bjarni letur heilsa tær,

hann vil tít fylgi nøra."

 

Legði út av Norðagøtu

knarraflotin fríði:

allir skuldu á Havnarting

at standa í trúnarstríði.

 

Tróndur vindur segl í topp,

knørrur fór á glið,

legði inn á Lambavík

at taka bóndan við.

 

Flotin kom frá Eystnesi

gjøgnum álin harða:

Kúrin sá á Kúrbergi,

lat boð til Havnar fara.

 

Annar flotin úr Sundalagnum

skúmandi um stokkar;

fyri sjálvum Skansatanga

møttust skipaflokkar.

 

Tróndur heilsar øllum blítt:

"Hoyrið meg, garpar snjallir,

latum oss landa í Álakeri,

síðan fylgjast allir!"

 

Tróndur skipar fólkið alt,

sum hann var vanur at gera:

"Sigurdur, mín bróðursonur,

skal oddamaður vera."

 

Sigurður gyrðir svørð við lið,

vigar í hendi spjótið:

"Hann býr ikki sunnanfjørðs,

mær kann standa ímóti."

 

Mælti tá bóndin í Kollafirði:

"Nú ert tú fittur at hána;

hevði tú verið í Hjørungavág’,

tá mundi hjartað bráðnað.

 

Tú skuldi staðið við Sigmunds lið

á Búa digra knørri;

har vóru mætari menn enn tú,

ið fullu fyri svørði.

 

Eg var við á Eiriks knørri,

havið reyk sum fonn;

vart tú har, tá kvíði eg,

tú styttist eina sponn."

 

Blídliga mælti Tróndur gamli:

"Latum oss røðum venda!

Nú viljum vær á Reynið upp

at vitja Sigmund frænda!"

 

Tróndur heilsar Sigmundi

so blídliga í gaman:

"Lukkustundin var nú hon,

at vit her hittust saman.

 

Lat okkum hoyra røðu tína,

hvat tín vilji er;

eingin maður heima situr,

allir eru her."

 

Sigmundur steig á tingsteinin,

bar hann upp á mál:

"Tað, eg havi at føra fram,

geldur lív og sál.

 

Eg havi verið hjá Ólavi kongi,

fróður maður er,

setti meg til høvding sín

yvir oynnum her.

 

Sendi hann sína blíðu heilsu

øllum her á landi,

bjóðar øllum Føroyingum

tað trúskaps vinarbandið.

 

Har tók eg ta nýu trú

undir krossins merki;

henni víkja allir gudar,

líka Tór hin sterki.

 

Sukku teir í Hjørungavág’

í tí harða dysti;

allir ruku teir í stríð’

undan hvítum Kristi.

 

Tað er Ólav kongsins boð,

og mítt eg leggi til,

at hvør maður her á landi

trúnna skifta vil.

 

So eg einki meira veit

tykkum fram at bera:

veljið nú, tit góðu menn,

hvat tit vilja gera!"

 

Tróndur steig á talarsteinin,

mjúkur sum ein viðja:

"Hoyr tú, frændi, gætur gev

tí, sum eg vil siga!

 

Takka fyri røðu tína

geri eg nú fyrst;

men at hon lítið batar her,

tað man vera vist!

 

Gamlar gudar, gamlan sið

halda vit uppá;

tað vóru ikki várir gudar,

ið sukku í Hjørungavág.

 

Trúgvir eru mangar til,

hvør hevur fyri seg sjálvan;

eingin skiftir trúnarorð,

sum hann skiftir bjálvan.

 

Ikki bóndin á Selatrað

vil sína lund forskjóta;

ikki bóndin í Hósvík

hovið niðurbróta.

 

Eingin okkara skiftir trúgv,

kannst tú líta á;

lýð tú heldur míni orð:

slepp tær hiðan frá!

 

Áðrenn vit við vápnum lemja

teg og tínar menn,

svør tú so ein trygdareið,

tær treytir leggi eg enn!

 

At tú ikki boðini slík

skal her á oyum bera,

svør nú, frændi, um tú vil;

vil, hvat tú vilt gera!

 

Vilt tú heldur vápnum skifta,

ger nú, sum tú vil!

Henda kann, tú følir tað,

Føroyingar eru til."

 

Sigmundur steig á talarsteinin,

hugdi út um ting,

stóð hann sjálvur gyrdur í

ein alverjaðan ring.

 

Mátti hann við hond og munn

vitnisfast tað gera,

at hann aldri kristniboð

aftur skuldi bera.

 

Fór hann sorgarbundin heim,

kúrdi nátt og dag

yvir kristniboðið, sum

hann sveik í fyrsta slag’.

 

Tróndur siglir glaður heim,

helt seg hava vunnið;

ofta verður svikin hann,

ið svikin ber í munni.

 

Tróndur setist í skála niður,

høgt av gleði glettir,

vardi neyvan, hvat ið hann

hendi árið eftir.

 

Brúsajøkils kvæði

1. Tað var um eina jólatíð,

hundar fóru í bond,

har kom gongukall gangandi,

bar høkju undir hond.

 

   Ólavur kongur herjar hann mót trøllum,

    hans eru segl av silki reyð,

    Ormurin rennur, árar leika í tollum.

 

2. "Set teg niður, gamli maður,

set teg mær íhjá,

tú manst vita frá mongum at siga,

góð eru gomul ráð.

 

3. Hoyr tú tað, hin gamli maður,

set teg mær so nær,

veitst tú nakrar fíggjarvánir

satt at siga mær?"

 

4. "Eg veit ongar fíggjarvánir

 satt at siga tær,

men úti fyri Herjalondum

liggja oyggjar tvær.

 

5. Úti fyri Herjalondum

liggja oyggjar tvinnar,

onnur eitur Syðra,

og onnur eitur Minna.

 

6. Onnur oyggin Syðra

og onnur oyggin Minna

har býr inni Brúsajøkil,

ert tú maður at vinna."

 

7. Ásbjørn letur sær bussu smíða

væna og so fríða,

kvittar norð við Herjalond,

hesi jólini líða.

 

8. So siglir hann Ásbjørn

norð fyri Herjaroy,

hvørki kom honum Gud í hug

ella tann heilaga moy.

 

9. So siglir hann Ásbjørn

norð fyri Herjalond,

hvørki kom honum Gud í hug

ella tann heilaga ond.

 

10. "Leggið her at landinum,

sum fjøran hon er stutt,

hetta man vera Brúsa høll,

ið beint í fjøll er upp.

 

11. Leggið her at landinum,

sum fjøran hon er slætt,

hetta man vera Brúsa høll,

ið beint í fjall er sett.

 

12. Her skulu tit liggja, mínir menn,

og gera so lítið av,

annan morgun vænta mín,

tá ið sólin roðar í kav.

 

13. Her skulu tit liggja, mínir menn,

gera so lítið gný,

annan morgun vænta mín,

tá ið sólin roðar í ský."

 

14. Ásbjørn gekk frá strondum niðan,

tað við ongar sveinar,

tá ið hann kom í hellið inn,

ikki var Brúsi heima.

 

15. Hann stjól burt hans gull og fæ,

so hans góðs og garðar,

hevði hann ikki stolið hans vápnaprógv,

tá mundi tað minst um vara.

 

16. Hann stjól burt hans gull og fæ,

hevði ei hondum hóv,

bar so aftur til strandar oman,

snekkjuna lagdi í sjó.

 

17. Tekur hann bæði gull og silvur,

sær í byrðar at binda,

klæði hans og vápnaprógv

hann letur at strondum rinda.

 

18. Ásbjørn kastar byrði sína

niður á grønan vøll:

"Eftir liggja handskar mínir

heima í Brúsa høll.

 

19. Eftir liggja handskar mínir,

teir ljóti eg at søkja,

er hann heima, Brúsajøkil,

tá man verða fløkja."

 

20. Svaraði ein av sveinunum:

"Vilt tú ráð míni tiggja,

siglum aftur til landanna,

lat teir handskar liggja."

 

21. Svaraði ein av sveinunum,

gull bar hann á hondum:

"Mangan gerast handskar slíkir

heima í várum londum."

 

22. Tí svaraði Ásbjørn,

snarliga hann sær vendi:

"Eg havi so leingi borið teir handskar

uppi á míni hendi.

 

23. Her skulu tit liggja, mínir menn,

gera so lítið av,

annan morgun vænta mín,

tá ið sólin roðar í kav.

 

24. Her skulu tit liggja, mínir menn,

undir grønari líð,

annan morgun vænta mín,

tá ið sólin roðar í ský."

 

25. Ásbjørn gekk frá strondum niðan

tað við ongar sveinar,

tá hann kom í hellið inn,

tá var Brúsi heima.

 

26. Tá svaraði Ásbjørn,

bæði vænur og vitur:

"Her liggja nú handskar mínir,

sum tú Brúsi situr."

 

27. Tú hevur tikið mítt gull og fæ

so mítt goðs og garðar,

hevði tú ikki tikið mítt vápnaprógv,

tá mundi tað minst um vara.

 

28. Tú hevur tikið mítt gull og fæ

hartil mítt skart og skreyt,

bart tað so til strandar oman,

næst at knørrur fleyt."

 

29. Tí svaraði Brúsajøkil:

"Verði her enn sum áður,

aftur lokist helli mítt,

eingin gluggi á."

 

30. Tí svaraði Brúsajøkil:

"Verði her enn sum fyrr,

aftur lokist helli mítt,

verði her ongar dyr."

 

31. So gingu teir innanhalla,

eykaðist meiri vandi,

traðkaðu teir so hellisgólv,

sum teir høvdu troðið í sandi.

 

32. So tókust teir hondum saman,

gjørdu snarpan leik,

so tróðu teir bjørgið niður

sum tað bleyta leir.

 

33. So var sagt, at Brúsajøkil

mikið megin fekk,

sipaði Ásbjørn á hallargólv,

so hálsur av liðið gekk.

 

34. Hann tók upp hans skinn og kropp

og kastar á hurðarás:

"Ligg nú her," kvað Jøkil so,

"í kvøld til øskukrás."

 

35. Ásbjørn skar so sára við,

tá hann gav upp ond,

tað hoyrdu hansara sveinar

niður til sjóvarstrond.

 

36. Svaraði ein av sveinunum,

so sárliga hann græt:

"Tað hoyrdi eg á røstini,

at Ásbjørn lívið læt."

 

37. Svaraði annar av sveinunum,

hetta nú hann segði:

"Tað hoyrdi eg á røstini,

at Ásbjørn lívið legði."

 

38. Sveinarnir, ið eftir vóru

sigldu sjógvin salta,

Ásbjørn fell í Brúsa høll,

út gekk gáta Galta.

 

39. Teir vundu upp síni silkisegl,

gull við ráum brann,

strika ei á bunka niður

fyrr enn við Noregs land.

 

40. Hegar í teirra snekkja

kendi fagurt land,

lótu síni akker falla

á so hvítan sand.

 

41. Lótu síni akker falla

á so hvítan sand,

tá var Ormar Tórólvsson

riðin niður til strand.

 

42. Tá var Ormar Tórólvsson

riðin niður til strand:

"Hvar er Ásbjørn, bróðir mín,

hann kemur ei fyrstur á land?"

 

43. Svaraði ein av sveinunum,

ið siglt hevði sjógvin salta:

"Ásbjørn fell í Brúsa høll,

út gekk gáta Galta."

 

44. Ormar snúðist teimum frá

bæði av ilsku og reiði:

"Tó skal eg á Herjalond,

eg komi ei aftur úr teirri."

 

45. Tá svaraði Ólavur kongur,

mælir fyri munni á sær:

"Kvittar tú til Herjalond,

lat meg fylgja tær.

 

46. Hoyr tú Ormar Tórólvsson,

tú kvittar til Herjaroy,

kom tú bæði Gud í hug

og ta heilagu moy.

 

47. Hoyr tú Ormar Tórólvsson,

tú kvittar til Herjalond,

kom tú bæði Gud í hug

og so ta heilagu ond."

 

48. So siglir hann Ormar

norð fyri Herjaroy,

bæði kom honum Gud í hug

og so tann heilaga moy.

 

49. So siglir hann Ormar

norð fyri Herjalond,

bæði kom honum Gud í hug

og tann heilaga ond.

 

50. "Leggið nú her at landinum,

sum fjøran hon er stutt,

hetta man vera Brúsa helli,

beint í fjallið upp.

 

51. Leggið nú her at landinum,

sum fjøran hon er slætt,

hetta man vera Brúsa helli,

ið beint í fjall er sett.

 

52. Her skulu tit liggja, mínir menn,

og gera so lítið av,

annan morgun vænta mín,

tá ið sólin roðar úr kav.

 

53. Her skulu tit liggja, mínir menn,

gera so lítið gný,

annan morgun vænta mín,

tá ið sólin roðar í ský."

 

54. Ormar gekk frá strondum niðan

alt fyri uttan vanda,

vøtnini gerast bleik og blá,

honum fyri eygum standa.

 

55. Tað var Ormar Tórólvsson,

gekk sær niður til strand:

"Fáið mær higar mín lítla bát,

eg nái ikki í hellið at ganga."

 

56. Ormar skeyt sín lítla bát

út frá hvøssum steini:

"Hoyr tú vándi Brúsajøkil,

eg verði tær at meini."

 

57. Ormar skeyt sín lítla bát

út frá hvøssum gróti:

"Hoyr tú, vándi Brúsajøkil,

tú skalt taka ímóti."

 

58. Væl slapp hann um vøtnini,

væl slapp hann av teim vanda,

hann sær ein so griman katt

fyri sínum eygum standa.

 

59. Ormar legði ørv á strong,

aðra og ta triðju,

køtturin tók mót øllum teim,

hann beit tær av um miðju.

 

60. "Tú gert ikki, ungi maður,

tínar ørvar oyða,

um tú skjýtur í allan dag,

tú fært meg ikki til deyða.

 

61. Tað var Ormar Tórólvsson,

hann heldur á brandinum bjarta,

rendi so fyri kattins bróst,

at oddurin stóð í hjarta.

 

62. Køtturin fell á jørðina niður,

verøldin tók at skelva,

út so lupu tey fimtan trøll,

tey ristu sínar bjálvar.

 

63. Tá var hjartað á Ormari kvikt

sum knívur í leysum skefti,

hann fekk dripið tey fimtan trøll,

tá var Brúsi eftir.

 

64. Ormar hevði tann sið á sær,

ið Ásbjørn hevði ei fyrr,

so er mær av sonnum sagt,

hann risti kross í dyr.

 

65. "Hoyr tú vándi Brúsajøkil,

tað tali eg til tín,

eg havi ongar bøtur tikið

eftir Ásbjørn bróður mín.

 

66. "Hann tók burt mítt gull og fæ,

so míni góðs og garðar,

hevði hann ikki tikið mítt vápnaprógv,

tá mundi tað minni um vara.

 

67. Tá svarar Brúsajøkil,

mælir fyri munni á sær:

"Tú hevur dripið mín besta køtt,

var komin av sjálvum mær."

68. Til tess svaraði Ormar sterki,

ilt er skap at eggja:

"Vit skulum Ásbjørn prúða

javnt við  køttin leggja."

 

69. Ganga teir um hellisgólv,

eykaðist vandi meiri,

so traðkaðu teir hellisgólv

sum tað var bleyta leir.

 

70. Tá var brak í Brúsa høll,

Ormar komst á knæ:

"Av Gudi signaður Ólavur kongur,

dugna veit tú mær!

 

72. Eg skal tæna Ólavi kongi

í mín allan aldur,

vil Gud meg úr neyðum loysa,"

lovaði sá brinjubaldur.

 

73. Til svaraði hann Brúsajøkil,

rópar nú alvæl hátt:

"Tann, tú hevur í kjafti á tær,

hann er ikki her í nátt."

 

74. Tá var rómur í hellinum,

Brús fell á knæ,

so kluvu teir bergið niður

sum tað bleyta træ.

 

75. So var skeggið á risanum sítt

sum síðasta tagl á hesti,

Ormar setti føtur í fjall,

nú eru handafestir.

 

76. So var sagt,at Ormar sterki

mikið megin fekk,

báðar hendur í risans skegg

og føtur í fjallið setti.

 

77. Hann reiv av honum skeggið alt,

kjøtið inn at tonnum,

enntá toktist Brúsajøkil

frálíkur øðrum monnum.

 

78. Hann reiv av honum skeggið alt,

kjøt og kjálkafyllu.

"Eya meg," segði Brúsajøkil,

"nú gerast leikir illir.

79. Skeggið ræð at príða meg,

vænt var tað og tekt,

tríggjar reisur á hvørjum degi

tað yvir gullroyki hekk.

 

80. Skeggið ræð at príða meg,

er tess virði full,

tríggjar reisur á hvørjum degi

prýddi eg tað við gull."

 

81. So var sagt, at Ormar sterki

mikið megin fekk,

hann sipaði risan á hellisgólv,

so hálsur úr liði gekk.

 

82. Brúsi skar so sárliga við,

tá hann fekk banasár;

hetta hoyrdu Ormars menn,

niðri á skipum lá.

 

83. "Hetta var ikki Ormars røst,

ið nú mundi ganga til deyða,

signað veri móðirin,

bitan í munnin legði."

 

84. So gekk Ormar innanhalla,

rívur upp grót og grund,

tríggjar steinar í barmá sær,

og hvørs tóð meiri enn pund.

 

85. Tríggjar steinar í barm á sær,

tann hin ríki álvur,

tveir gav hann sankt Ólavi kongi,

tann triðja hevði hann sjálvur.

 

86. Eg vil tæna tær, Ólavur kongur,

ævi og allan aldur,

um enn eg livi híðaleysur,"

segði tann brynjubaldur.

 

 

Seyðamaðurin á Sondum

Seyðamaðurin á Sondum

 

Leggið nú hvør sítt høvur í blot

 meðan eg sigi frá søgum

hvat ið hendi í fornu tíð

uti i gomlum døgum

 

Stígið á gólv so lættliga

og havi gott stig

meðan eg kvøði um huldukonu

og seyðamannin við

 

Tað skuldi vera á fornu tíð

vilja tit mær trúgva

norðuri á fjøllum í Husagjógv

har mundi ein hulda búgva

 

Ein onnur búði í Tormansgjóv

systrar vóru tær tvá

tær vóru klæddar í skarlak

 líka niður á tá

 

Stakkarnir vóru av skarlaksklæði

hingu niður á skó

hann hjá henni í Húsagjógv

var reyður sum annað blóð

 

Árla var um morgunin

só1in skein so víða

lysti henni huldukonu

at só1a stakki friða

 

Hon legði hann á tann grøna vøll

rætt sum sólin sá

vakurt var at síggja

fagur litur bar á

 

Vakurt var at síggja

fagur litur bar á

perlurnar av reyðargulli

í stakkinum glitra á

 

Seyðamaðurin av Sondum

var víða gitin í orðum

rætt sum reysti Rólant jall

gitin var í forðum

 

Hann røktaði alla Sandavágssíðu

bæði við gleði og gavni

mongum manni var hann gitin

men ikki nevndur av navni

 

Árla var um morgunin

sólin skein á vøll

lysti honum seyðamanni

at ríða norð á fjøll

 

Árla var um morgunin

só1in skein so víða

lysti honum seyðamanni

norð á fjøll at ríða

 

Seyðamaðurin á Sondum

lat sær hestin sað1a

vakur var tann gangari

hann dró eftir jørðini hala

 

Seyðamaðurin á Sondum

reið gjøgnum fjallalíð

langan veg sá hann perlurnar

ið stakkinum glitraðu í

 

Seyðamaðurin á Sondum

hugsar við sjálvum sær

henda reyða kjóla

skal eg hava heim við mær

 

Seyðamaðurin á Sondum

 vendi hestinum tá

beint har imóti

sum stakkurin lá

 

Ballaði hann hann saman

av tí reyða skarlak

síðan legði hann hann

upp á hestsins bak

 

Síðani legði hann hann

á sín góða hest

so reið hann tilbakar heim

hann reið sum hann kundi best

 

Setti hann seg á sín góða hest

hann mundi væl vegin kenna

pryglaði hann við hirðastavi so

dúgliga mundi hann renna

 

 

Huldukonan við eldin situr

sær hon sólina skína

eg skal út á helluna

at venda stakki mínum

 

Men tá ið hon kom á plássið

tá var stakkurin burt

skar saman tennir

og snerkti við skort

 

Tók hon til at ganda

tað við sterkum rúnum

skimaðist runt um fjallalíð

við eygum sinum brúnum

 

Systir, systir! Stíg í stórum

kanst tú mannin ná

Seyðamaðurin á Sondum

hann stjól mær stakkin frá

 

Svaraði aftur i Tormansgjógv

so huldligani

eg eri lamin í báðum beinum

einki orki eg

 

Gakk tú systir sum tú kanst best

eg kann einki gera

eg eri lamin í báðum beinum

kann meg illa bera

 

Tann sum búði í Húsagjógv

tók tá til at ganga

gleivaði langt og ginaði títt

tann seyðamann at fanga

 

Seyðamaðurin á Sondum

ríður alt hann orkar

hoyrir hesa huldukonu

aftan á sær snorkar

 

Hesturin var móður

sum einhvør kann vita

ríða norð á fjøllum

stóran mann at flyta

 

Hesturin var móður

hann gav honum ikki grið

nakað so tyngdi hann

stakkurin við

 

Vakur var tann gangarin

sum seyðamaðurin átti

sveittin dreiv ur hvørjum hári

svartur sum ein pottur

 

Eingin fuglur var so skjótur

hvørki á sjógv ella landi

sum tann hestur hjá seyðamanni

á Vatnsoyrarsandi

 

Hesturin var móður

troyttur til at ekka

tá ið hann kom í Vatnsbrekku

legði hann seg at drekka

 

Tá ið hann hevði drukkið

eina lítla stund

tá kom hon og stunandi

eftir grønari lund

 

Hugsar hann við sjálvum sær

her er ikki at dvøla

tá kom hon á Heimarugjógv

aftan á honum í hølum

 

Seyðamaðurin á Sondum

vendi hestinum frá

hetta skal eita

Sálarbótsá

 

Seyðamaðurin á Sondum

vendi hestinum snart

tungt er at riða

(ta) brekkuna hart

 

Tá ið hann kom á Føstuvarða

var hann stívur í lørum

tá kom hon og stunandi

og stóð upp fyri Vørðum

 

Tá ið hann kom á Mosagerði

nærkaðist henni tá

ikki meir enn eina

reipslongd ífrá

 

Forbannað veri tann huldukona

enn so dúgliga gekk

tá ið hon kom á Giljarætt

hon mannin aftur fekk

 

Seyðamaðurin á Sondum

hann yvir um ósan reið

huldukonan í halan fekk

og hann ur hestinum sleit

 

Bóltaði hann sær av hestinum

inn um kirkjugarð

ólukkutíð at stakkurin

kom fastur har

 

Bóltaði hann sær av hestinum

mangt var honum til mein

ólukkutíð at stakkurin

kom fastur í ein stein

 

Bardust tey um stakkin

so illa tað til gekk

hann fekk aðra ermuna .

hon skerdan bulin fekk

 

Pakka tú teg burtur

tú satans ónda trøll

her er Guð og kirkjan

trífoldigheitin øll

 

Pakka tú teg burtur

tað sigi eg forvist

her er hann uppmálaður

tann Harri Krist

 

Mess'akulin i Sandavágskirkju

sigst í hesum kvæði

rárt er at finna

eitt sovorðið skarlaksklæði

 

Rárt er at finna

eitt sovorðið skarlak

gullbroderaður krossur

stendur í hans bak

 

Mess'akulin i Sandavágskirkju

sigst í hesum tátti

hann var av tí ermuni

ið huldukonan átti

           

Niðurlag:

Tøkum lættar í lundum leikar for man

latið váran dans væl falla

 

 

 

Dronning Dagmar's hjemfærd til Danmark

Bøhmerlandsdronningen

 

Det var Bøhmerlands dronningen,

hun tager sin datter at lære:

"Når du kommer i Dannemark ind,

da vides dig hæder og ære."

       

          Den frøken kom af ædelige Bøhmerlande

 

2. "Og når du kommer i Dannemark,

da vides dig hæder og ære!

du lad ikke skat over bønderne skrive,

så have de dig så kære."

 

3. "Den første bøn, du beder din herre,

- den herre så mild og fin -

du bed ham give biskop Valdemar løs,

allerkæreste morbroder sin."

 

4. Og straks da blev den grønne jord

med silke så vidt overbredt;

så blev hun unge frøken Dagmar

alt ned til stranden ledt.

 

5. Vunde de op deres silkesejl

så højt i forgyldene rå;

så sejlede de til Dannemark ind

fast mindre end måneder to.

 

6. For Mandø kasted de deres anker

alt på den hvide sand,

og toge de unge frøken Dagmar,

de løfted hende først på land.

 

7. Toge de unge frøken Dagmar,

de løfted hende først på land,

og Valdemar konge af Dannemark,

han rækker hende hviden hånd.

 

8. Igen da blev den grønne jord

med silke så vidt overbredt;

op stod unge frøken Dagmar,

hun blev på Riberhus ledt.

 

9. Årle var det om morgenen,

alt førend det var dag,

det var unge frøken Dagmar,

hun kræved sin morgengave.

 

10. "Den første bøn, jeg beder Eder om,

allerkæreste herre min,

I give mig biskop Valdemar løs,

allerkæreste morbroder din."

 

 11. "Den anden bøn, jeg beder Eder om,

den vide I mig så gerne,

I give alle de plovpenninge til

og fanger løs af jern."

 

12. "Den første bøn I tie så stille!

I tie frøken Dagmar så kvær.

Kommer han ud, biskop Valdemar,

han gør Eder enke i år."

 

13. "Den anden bøn, I bade mig om,

den kunne I fuld vel få;

men kommer han, biskoppen, af tårn,

han gør Eder enke i år."

 

14. Hun tog guldkronen af sit hoved,

satte den for kongen på bord:

"Hvad skulle jeg i Dannemark,

må mig ikke vides et ord?"

 

15. "Hvad skal jeg i Dannemark gøre,

mig må ikke vides en bøn?

I gode hofmænd, som mig førte hid,

føre mig af landet igen."

 

16. "I hente mig ind her Strange

og så han unge junker Knud:

I skulle fare til Oringsborg

og løse de fanger ud."

 

17. Der biskoppen kom af tårnet ud,

da kunne han ikke gange:

"Her haver jeg siddet på tolvte år,

de tider gjordes mig så lange."

 

18. Hans søsterdatter tog guldkam af sit skrin,

hun kæmmed hans gule hår;

for hver en lok, hun redte,

hun fældte så modige tåre.

 

19. "Hør du, allerkæreste søsterdatter,

du græd slet ikki for mig;

fuld vel skal jeg hævne min harm,

om jeg et år er kvæg*."

 

20. "I tie kvær**, biskop Valdemar,

lader ikke Eders vrede regere;

kommer I atter på Søborg tårn,

jeg ser Eder aldrig mere."

 

21. Ikke kunne biskoppen lade sin harm,

førend han af landet måtte rømme;

det fortrød hun dronning Dagmar,

hun kunne ikke bedre at skønne.

 

22. Der var stor glæde i Dannemark,

at Dagmar var kommen til lande;

der leved i fred både borger og bonde

uden skat og plovpenningers vånde.

 

23. Krist signe de unge ædelinge to,

de længe måtte sammen leve;

Guds ord, retfærdighed, dom og skel

for hver mand at håndhæve.

                                           

                Den frøken kom af ædelige Bøhmerlande.

 

*Kvæg: levende.              **Kvær: stille.

 

Stærke Tidrik

Stærke Tidrik bor udi Beren

med atten brødre gæve,

og hver af dem haver sønner tolv;

stor manddom monne de bedrive.

 

Thi nu stander strid

norden under Jylland.

 

2. Søstre haver han femten,

og hver haver sønner tolv;

den yngste hun haver tretten;

de ræddes ikke for deres liv.

 

3. De ginge frem for Beren at stå,

så mange kæmpe-kroppe;

det vil jeg for sanden sige,

de syntes over bøgetoppe.

 

4. ”Nu haver vi stridet i mange år

med kæmper og riddere stærke;

så meget hører vi om Olger, Danske,

han bor i Dannemark.

 

5. ”Det haver vi hørt om Olgar Danske

– han bor i Nørrejylland –:

Han lader sig krone med røden guld,

han ikke går os til hånde.”

 

6. Sverting fik op så stor en stålstang,

begyndte dermed at true:

”Vel hundrede af kong Olgars mænd

agter jeg ikke ved en flue.”

 

7. ”Hør du Sverting, du sorte svend,

du agte dem ikke så ringe;

jeg siger dig, kong Olgers mænd

de ere så raske drenge.

 

8. De frygte hverken for glavind eller spyd

ej heller for hvassen pil.

At stride er deres medste idræt;

de agtede det for børnespil.”

 

9. Det meldte højen Bermerris

– han tog de ord til gemme:

”Vi vil ride os til Dannemark

og se, om Olger findes hjemme.”

 

10. De droge ud af berners land

vel atten tusind’ i skare.

Kong Olger ville de gæste

og alle til Dannemark at fare.

 

11. Kong Tidrik sendte kong Olger bud

og lod hannem så tilbyde:

”Hvad heller vil du strides med os,

eller også skatten yde?”

 

12. Kong Olger blev så vred i hu,

slig spot kunne han ikke lide.

”Du bede ham møde på sletten hede,

vi ville der med hannem stride.”

 

13. ”Skatten ved danske mand intet af,

den plejer han sel at tage:

men ville i skatten hente,

det skal Eder ilde behage.”

 

14. Kong Olger taler til kæmper sine,

han gav dem nymer* til kende:

”Stærke Tidrik haver sendt os bud,

og skatten vil han hente.

 

15. Enten vil han skatten have

eller også striden så hård.

Ikke bliver han den første konge,

som Dannemark vinder i år.”

 

16. Det da svared den kæmpe god

alt til kong Tidriks bud:

”Komme de berner i Dannemark ind,

de komme ikke alle herud.

 

17. Så lystig var han Ulf van Jærn,

der de den tidende finge.

Så lo han Helled Hogen:

”Vi tøve nu alt for længe.”

 

18. Det var Vidrik Verlandsøn,

han blev så glad i mod.

Det sagde Orm hin ungersvend:

”Vi ride den berner imod.”

 

19. ”Den førstei spidsen vil jeg være,”

det sagde herr Iver Blå.

”Den sidste mand vil jeg ej være,”

det svared herr Kulden Grå.

 

20. Kong Olgar og stærke Tidrik

de mødtes alt på den hede;

de sloges af magt foruden al skæmt;

de vare i hu så vrede.

 

21. De sloges i dage, de sloges i tre;

ingen ville for hinanden vige.

De danske mænd strede så mandelig;

deres herre ville de ikke svige.

 

22. Blodet randt så stridt som strøm

under bjerge og dybe dale.

Den skat som før var lovet,

den måtte de berner betale.

 

23. Røgen drev så højt i sky,

og solen gjordes rød.

Det var stor ynk at se derpå,

der lå så mange helte død’.

 

24. Der lå hesten og hisset manden,

der skiltes gode venner ad.

De lo ikke alle, til gilde kom;

der stod så hit* et bad.

 

25. Det var højen Bermerris,

han blev da så til sinde:

”Her leve ikke hundrede af vore mænd,

hvor skulle vi striden vinde.”

 

26. Da tog Tidrik til sine ben;

han så ikke mere tilbage.

Sverting glemte at sige godnat;

til Beren lod de drage.

 

27. Kong Tidrik vendte sig om igen

og så så højt i sky:

”Mig tykkes, Beren vil skjule os bedst,

vi få hverken læ eller ly.”

 

28. Det meldte Vidrik Verlandsøn,

han holdt under grønne lide:

”Fuldt lidet skulle I rose deraf,

I vare i Dannemark at stride.”

 

29. Den tid de tog af Beren land,

vel atten tusind de vare.

Kun fem og halvfemsindstyve kom hjem;

det var så føj en skare.

 

*nymer: nýtt, tíðindi

 

*hit: heitt

 

Úr Danske kæmpe- og folkeviser.

Eystgotakongurin Theodrik (475-526) tók Norðuritalia og helt til í Verona (Beren).

Um hann og hansara kempur: Vidrik Verlandsøn, Ulf van Jærn og aðrar eru nógvur skaldskapur, sagnir og vísur, men søguliga eru tær ikki álítandi.

 

 

Bjarnabani

1. Gevið ljóð og havið stev,

meðan eg gangi í dans.

Eg kvøði um Torkil Turrafrost

og fostursynir hans

 

Hvørt skal mær harpan

undir mína hond?

Vil ikki frægur fylgja mær

til annað land?

 

2. Dreingir tveir í Víkini

settu sær til mið:

vit skulu upp um Dovrafjall,

fyrr geva vit ikki grið.

 

3. Vit skulu upp um Dovrafjall

Hákun jall at finna.

Fedrum várum væl hann unti,

unnir ei dreingjum minni.

 

4. Liðið út á vetur var.

Teir á fjøllum reika,

lúgvaðir og vilstir av leið,

við kaldar kinnar og bleikar.

 

5. Mælti Tórir Beinisson,

fjúrtan vetrar gamal:

"Lat meg liggja, halt tú fram

og vinn hjá jalli frama."

 

6. Svaraði Sigmundur Brestisson,

ið tvey ár yngri var:

"Ikki vil eg, Tórir frændi,

fara nú frá tær!"

 

7. Annaðhvørt skal standast av

hesi vári ferð,

at antin liva báðir, ella

báðir leggjast her!"

 

8. So var munur á alvi teirra:

Tórir legðist fyri;

Sigmundur tók hann á sítt bak

og bar ta tungu byrði.

 

9. Gekk í fonn á fjallinum,

finnur fram á gil.

Teir kenna royk í nasar koma;

stíga nú treystari til.

 

10. Koma fram á einbýli,

ganga í stovu inn.

Har sat kona fyri teim

og genta prúð og svinn.

 

11. Tóku móti dreingjum væl,

mat og klæði góvu,

reiddu ból til báðar tveir,

har troyttir dreingir svóvu.

 

12. Sigmundur vaknar úr svøvni upp:

maður trein um gátt,

bulmikil, bjálvaklæddur,

talar orðum hátt:

 

13. "Hvør er tá til hallar komin,

hýstur verður her?

Á henda hátt skjótt spyrst í bygd,

hvar býli okkar' er!"

 

14. Húsfrúgv svarar bónda blítt:

"Higar komu dreingir

vesælir, í kulda stirdir,

lúgvaðir og svangir.

 

15. Ikki nenti eg, teir skuldu

fyri durum liggja."

Tá læt bóndin vera kvirt,

leyt við boðum tiggja.

 

16. Úlvur vaknar upp árla morgun;

dreingirnar vil hann síggja.

"Dvøljist í húsinum her í dag;

tí long er leið til bíggja!"

 

17. Teir dvaldust dag, teir dvaldust vetur,

hartil ár so mong.

Úlvur gekk á skógin burtur,

veiddi dýran fong.

 

18. Úlvur vandi teir til mans,

til reystar, treystar kallar,

skjøldur og svørð og skot at nýta,

svimjing og listir allar.

 

19. Úlvur talar til dreingirnar:

"Væl tit tykkum varið,

at tit ikki vitja skulu

skógin norðan garðin!"

 

20. Untust væl í einbýli,

mangt til gamans høvdu.

Sigmundur og Turið unga

ástir saman løgdu.

 

21. Lidnir vóru tríggir vetrar,

man meg rætt um minna.

Úlvur gekk á skógin burtur

veiði har at vinna.

 

22. Sigmundur við Tórir mælir:

"Úlvur út er farin.

Hvat verður av, um vit nú vitja

skógin norðan garðin?"

 

23. Svaraði Tórir Beinisson:

"Ikki leingist mær

at vita, hvat ið vera man

í skógi norðan garð."

 

24. "Annað býr í mínum huga,"

Sigmundur ræður at svara,

"og í skógin norðan garð

ætli eg at fara."

 

25. Tórir svarar:"Ráði tú;

men minnast mást tú tá,

at vit so bróta lyftið tað,

ið Úlvur legði á."

 

26. Gingu teir í skógin inn,

Sigmund' við øks í hond,

hoyrdu brak og mikið stun

frá djóri har í nánd.


27. Yvirvaksin skógarbjørn

gongur móti teim.

Dreingir aftur á gøtu leypa.

- Tórir hastar heim.

 

28. Eftir teimum djórið loypur

ógvusligt at sjá,

tað rívur niður eikirnar,

ið gøtu standa hjá.

 

29. Ekkaleysur Sigmundur

aftan runnar stóð.

Hann banasár tí grimmu bjørn

við báðum hondum hjó.

 

30. Aftur vendi Tórir,

tá hann hetta sær:

"Mikið var hetta avreksverk,

men ikki lagað mær!"

 

31. Mælti Tórir Beinisson:

"Frægur frændi mín!

Einans unnist mær at vera

eftirbátur tín."

 

32. Sigmundur til orða tekur:

"Gakk tú mær til handa.

Royna skulu vit at reisa

djórið upp at standa."

 

33. Studdu tað við trøum væl,

so livandi var at sjá,

fóru so í garðin heim

at boða Úlvi frá.

 

34. Nú er av sonnum illa vorðið,"

Sigmundur við hann segði,

"brotið er títt boð, og bjørnin

eftir okkum legði."

 

35. "Hevur hon tykkum elt í dag,

ei skal hon tað aftur gera,

tó at eg áður ei hætti mær

hvast á hana at bera."

 

36. Úlvur leyp í skógin inn

við veiðivákn í hendi.

Tá ið hann kom at bjørnini,

hann spjótið í hana rendi.

 

37. Bjørnin fell á øðrum sinni

á tí sama degi.

Tá varð Úlvur varur við,

at djórið fyrr var vegið.

 

38. Úlvur fyri munni mælir:

"Hava tit meg fyri háð?

Og hvussu eitur drongur tann,

ið hetta djórið vá?"


39. Tórir svarar: "Sigmundur

hana í høvur hjó." -

Tá við virðing Úlvur bóndi

mælti, sum hann stóð:

 

40. "Tú hevur int eitt avreksverk.

Tað má eg nú sanna!

Mætari roysni manst tú gera

taldur millum manna!

 

41. Tú hevur int eitt avreksverk.

- Drongur ert tú enn. -

Mætari roysni manst tú gera

taldur millum menn!"

 

42. Sigmundur so víða fór,

frægur maður var,

hevndi í Føroyum faðir sín

og kristni higar bar.

 

Jeffrei Henriksen

 

Viljormur Kornus

1. Keisarin situr í hásæti

við knektum sínum og sveinar:

tá var eftir av hansara kempum

Viljorm Kornus og Einar.

 

2. Keisarin situr í hásæti

við knektum sínum og jallum:

talar so til Viljorm rádna:

"Grána tekur tín skalli.

 

3. Grána tekur í høvur títt,

elli tekur at boyggja:

Tá vit stóðu í heidnum stríð,

tá var mong blóðug troyggja."

 

4. Viljormur stóð frá borði upp

og út av borgini gongur:

"Vita tað, keisarin Karlamagnus,

eg tæni tær ikki longur!

 

5. Nú er tíð til frið at venda,

kasta jarn og stál:

Eg gangi meg í klostrið inn

at bøta mína sál."

 

6. Vreiður var hann Viljormur,

hann gekk av høllini út;

eftir sat keisarin Karlamagnus

bæði við sorg og sút.

 

7. Abbatin stendur á klosturborg,

hyggur hann út so víða:

"Eg sær Viljorm, keisarans kempu,

her mót klostrinum ríða."

 

8. Abbatin stendur í klosturdurum,

reyðan ber hann kinn:

"Hoyr tú, Viljormur, keisarans kempa,

vilt tú í klostið inn!"

 

9. "Tung man vera sorgin tann,

sum ofta hjartað bindur:

eg gangi mær í klostrið inn

at bøta mínar syndir."

 

10 Har brast eingin dagur út,

Tei rhoyrdu ei klokkur ringja:

Viljormur lærdi í klostrinum

bæði at lesa og syngja.

 

11 Abbatin talar til Viljorm rádna

alt foruttan ekka:

"Tú skalt fara í staðin inn

at keypa mat og drekka!"

 

12 "Hoyr tú, abbatin, klosturhøvding!

hvat vilt tú mær ráða?

vil nakar taka mær førslu frá,

tori eg hann at sláa?"

 

13 "Tú skalt halda klosturboð,

sum allir munkar fáa:

meðan tú hevur títt brókabelti,

mást tú ongan sláa!"

 

14 Viljormur tekur ein fingurring,

hann setir í beltið inn:

So fór hann við rossinum,

so ivrugt var hans sinn.

 

15. Viljormur keypti mat og drekka

og legði á rossið fríða:

Røvarum møtti á miðjari leið,

hann mátti ei mót teim stríða.

 

16. Tjóvar tóku mat og drekka,

har var einki eftir:

Viljormur hugsar við sjálvum sær:

"Ei verða munkar mettir."

 

17. Viljormur rópar á tjóvarnar:

"Tit eru dølskir menn!

Tit hava tikið tað ringasta,

tað besta er eftir enn.

 

18. Síggja tit henda reyða ring,

í mínum belti situr:

Meiri er hann verdur nú,

enn alt tað, ið rossið flytur."

 

19. Tjóvarnir løgdu á Viljorm hond,

tey spenni sundur stukku:

Slitu teir av honum brókabelti,

sær sjálvum til ringa lukku.

 

20. Viljormur treiv um rossatjógv,

so er sagt herfrá:

Rykti hann tað úr kroppi út,

sum tað hevði verið strá.

 

21. Viljormur sló við rossatjónum

fast av miklum móði:

Niður slerdi hann tjóvarnar,

teir deyðir á vølli lógu.

 

22. Viljormur sankar førslu saman

í tí sama sinni:

tá ið hann kom at klostrinum,

tá var eingin inni.

 

23. Viljormur reikar um borgina,

grimt var honum í huga:

Her er eingin Guds friður inni,

ei munna munkar duga."

 

24. Viljormur gekk allan dag,

maðurin var hann prúði:

Hitti so fram á húsið eitt,

har Grímur á skógum búði.

 

25. "Hoyr tú, Grímur, góður maður"

má eg hjá tær vera:

Alt tað góða, sum eg formár

tað vil eg tær gera."

 

26. Svaraði honum Grímur á skóg,

hann letur so orðum falla:

"Eg hýsi tær so bróðurliga

aldur og ævi alla."

 

27. Trý so vóru árini,

Viljormur á skógum var:

Tað er skrivað í Karlskrýniku,

so er greint fyri mær.

 

28. Viljormur kom á kvøldi heim,

hann gekk í húsið inn:

Hann sær Grímur fyri sita,

hann bar so bleika kinn.

 

29. "Hoyr tú, Viljormur, reysta kempan,

her eru tíðindi svørt:

Heidningar eru í landið komnir,

keisaranum heimsókn gjørt.

 

30. Keisarin hevur tvey stríðini tapt,

tað triðja skal nú standa:

Út eru skrivaðir allir menn,

sum eru í hesum landi.

 

31. Heiðin kongur er kempan sterka,

við honum kann eingin ráða:

Allar teir kristnu hevur hann felt,

ímót honum hava vágað."

 

32. "Hoyr tú, Grímur, vertin mín!

tú kom ikki í tann vanda:

vilt tú lána mær skjøld og svørð,

so skal eg fyri teg standa.

 

33. Vilt tú lána mær skjøld og svørð

og ringsbrynju fríða:

So gangi eg í stríð fyri teg,

og tú skalt heima bíða."

 

34. "Tá ið tú gongur í stríð fyri meg,

so væl má tað meg haga:

Signi teg Gud og Viljormur sterki

alla tínar dagar!"

 

35. Viljormur reið í herin fram

alt fyriuttan vanda:

Gav seg undir tann banara,

sum Grímur átti at standa.

 

36. Fram kom kongur við heidnum heri,

í stáli var hann klæddur:

ímóti gekk tann kristni herur,

hann er av honum ei ræddur.

 

37. Viljormur sprakk á oddan fram,

við Grímar svørði í hendi:

Høggur so fast at báðar hendur,

mangan sveitan rendi.

 

38. Viljormur reikar í heidnum heri,

teir kristnu eftir fylgdu:

Ræðsla fell á heidningar,

teir drukku har blóðugt gildi.

 

39. Svaraði keisarin Karlamagnus,

situr á hesti fríða:

"Hvør skuldi tonkt, at Grímur á skóg

hann var so sterkur at stríða!"

 

40. Svaraði ein av kristnum monnum,

hann keisaranum stóð hjá:

"Ongum er hann líkari

enn Viljormi at sjá."

 

41. Fram kom vándi heiðin kongur,

troðar á kristi blóð:

Sundur høgg hann Viljorms skjøld,

at oddur í steini stóð.

 

42. Tað var reystur Viljólmur,

hann sínum svørði brá:

Sundur høgg hann hjálm og háls,

hans høvur á vølli lá.

 

43. Heidningar lótu undan røkka,

hvør sum mest kundi renna:

Eftir fylgdu teir kristnu menn,

teir lótu tá mót sítt kenna.

 

44. Viljormur tók tá høvur upp,

hann gekk á Grímurs fund:

"Her skalt tú síggja kongahøvur

av tí heidna hundi.

 

45. Hoyr tú, Grímur, vertin mín

tú ger, sum eg teg biði:

Far tú aftur til keisaran

og sig, tú hevur hann vigið!

 

46. Far tú aftur til keisaran

og bið hann tað til bøn:

Hann skal geva tær greivadømi,

tað skal vera tín løn."

 

47. Grímur gekk í keisarans borg,

hann gekk í salin inn:

Fyri sat keisarin Karlamagnus

við monnum hundrað fimm.

 

48. Grímur stendur á hallargólvi

við heidnum høvdi í hondum:

"Her er høvur av konginum,

sum ófrið gjørdi í londum."

 

49. Svaraði keisarin Karlamagnus,

látur í andlit lá:

"Hvokkin er hann Grímur á skóg,

síðan hann kongin vá!"

 

50. Grímur reikar um borgina,

reyður er hann sum blóð:

"Tú hevur lovað greivadømi

honum, sum kongin sló."

 

51. "Fyri hansara skuld, sum kongin vann,

skalt tú greivi vera:

Eg lovi tær eitt greivadømi,

riddara navn at bera."

 

52. Greivin livdi í nøkur ár

bæði í tukt og sinni:

Ofta ynskti hann Viljorm verið

í sínum húsi inni.

 

53. Greivin liggur í søtum svøvni

alt fyriuttan vanda:

Tókti honum Viljorm sterka

fyri sær at standa.

 

54. "Minnist tú nakað um svarðirnar,

sum vit á skógnum ótu?

Eg liggi deyður á fløtuni,

har sum vit saman sótu.

 

55. Eystan fyri kirkjuna

í teirra klosturborg

grava tú har mín deyða kropp

og ber so onga sorg."

 

56. Greivin tók tað lítið í huga,

hann vildi ei longur vaka:

Aftur kom hann Viljormur,

í hondum bar hann staka.

 

57. Viljormur gekk at seingini

við stakanum í hendi:

Sló hann niður á greivans høvur,

sviðan greivin kendi.

 

58. Greivin sprakk á gólvið fram

tá ið hann tað hevði droymt:

Vreiður er nú Viljormur,

tí eg havi hann gloymt."

 

59. Greivin fór við nógvum fólki

Viljorms lík at finna,

gróv hann so í kórinum

í kleystrakirkju inni.

 

60. Eingin hevur so reystur verið,

hann má jú deyðan fylgja,

verðsins lív forgongur skjótt

rætt sum ein havsins bylgja.

 

 

Jens Chr. Djurhuus.