Tíðindi frá Vága Dansifelag

Internetdansur í Beitinum

Mánadagin 25. oktober varð skipað fyri internetdansi í Beitinum. So undrast lesarin ivaleyst og spyr, hvat tað er?

 

Søgan er í stuttum tann, at Vága kommuna er, umvegis Føroya Kommunufelag, við í eini norðurlendskari verkætlan fyri tilkomin fólk, sum gongur undir heitinum OLE 2 (Okkara Lív sum Eldri). Ein liður í hesi verkætlan er, at fólk úr ymsu londunum kunnu hitta hvønn annan soleiðis av og á og hava eitthvørt felags. Nú var tað um internetið, hetta tiltakið í Beitinum fór fram.

 

Í Beitinum hittust fólk at dansa. Dansurin er ein liður í ætlanini at fáa fólk at røra seg. Og tað gjørdu so bæði finnar og sviar saman við teimum, sum dansaðu í Beitinum. Og øll sóu hvønn annan á stórskíggja, haðani tey nú vóru stødd.

 

Eini 20 – 30 fólk mundu vera í Beitinum til hetta tiltakið, sum fyrireikararnir vóru sera væl nøgdir við.

 

Postkort til sølu

Vága Dansifelag hevur latið gjørt nøkur postkort við fuglatekningum, sum Mikkjal á Ryggi í síni teknaði og nýtti til Fuglabókina.

Kortini eru níggju í tali, og verða seld fyri kr. 15,- fyri stk., men kunnu eisini fáast samlað øll níggju fyri kr. 100,-.

Til ber at fáa kortini við at venda sær til Vága Dansifelag umvegis teldupost, ella við at venda sær til ein av nevndalimunum. (Sí adressulistan á forsíðuni).

Eisini eru kortini at fáa í ymsum handlum umframt á Vága Kunningarstovu.

Barnadansur

Barnadansur mikukvøld millum kl. 19.00 og 20.00.

Farið verður nú undir barnadansin í Beitinum. Dansað verður mikukvøld klokkan 19.00.

Dansurin er ókeypis og fyri øll. Bæði stór og smá børn og øll tey, sum kenna seg sum børn.

Dansiveturin er byrjaður

Vit eru byrjað aftur at dansa í Vága Dansifelag. Dansað verður, eins og undanfarin ár, sunnukvøld klokkan 21.00.